Seinnapartin vóru tríggir dystir leiktir í SMS-deildini.
Í høllini í Vestmanna vann VÍF stórsigur 37-17 á StÍF. Í steðginum vóru vestmannakvinnur á odda 18-10.
Fríða Nolsøe Olsen (myndin) var við 13 málum stórskjútti hjá VÍF. Malene Madsen var við sjey málum toppskjútti hjá StÍF.
Í høllini á Hálsi í Havn vann Kyndil eisini stórsigur. Kyndilskvinnur vunnu 41-24 á Stjørnuni. Í steðginum var støðan 17-10 til Kyndil.
Joan Johannesen var við níggju málum toppskjútti hjá Kyndli. Toppskjútti hjá Stjørnuni við seks málum var Durita Karlsdóttir Ljósstein.
Í Vágshøll vann Neistin 32-26 á VB. Í fyrra hálvleiki leikaði javnt á, og í steðginum var Neistin á odda við bert einum máli, 13-12.
Agatha Kjærbæk Djurhuus og Carmen Luiza Silva vóru við seks málum hvør toppskjúttar hjá VB. Toppskjútti hjá Neistanum við 10 málum var Ró Reginsdóttir.
Kyndil og Neistin hava seks stig hvør. VÍF, Stjørnan, EB og H71 hava tvey stig hvør. StÍF og VB hava enn fyrsta stigið til góðar.
HER eru dómaraseðlarnir frá HSF frá dagsins dystum í SMS-deildini:
##med2##
##med3##
##med4##