Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag var í gjár til eina heldur øðrvísi bjargingarroynd.
Uttast úti á suðursíðuni á Hvalbiarfjørði er ein fløttur, kallaður Markusarfløttur.
Fyrr var gangandi av fjallinum og oman í fløttin, men eftir at tað leyp ovarliga í fjallinum, hevur ikki verið gangandi oman í fløttin og ongin hevur verið har í nógv ár.
Hóast fólk ikki hava verið har í nógv ár, hevur ein ær gingið í fløttinum einsamøll og havt ovmikið av grasið til at lívbjarga sær.
SNB hevði nú her fyri spurgt eigaran, um tað kundi lata seg gera, at teir kundu fáa ærina, um so var at teir fingu hendur á henni og tað hevði eigarin onki ímóti.
Týsdagin kl 9 møttu so 12 mans úr Hvalba og Sandvík á keiini í Hvalba, nú var dagurin komin, tá ærin endiliga skuldi takast úr sínum paradísi.
Við Royndini var siglt út á Tjørnunes, har 10 mans fóru upp á land og til gongu út gjøgnum Vatnsdal og út ímóti Markusarfløtti.
Eftir at hava sett sær hælir niður, sigu fýra mans teir umleið 80 favnarnar niður í fløttin. Við sær høvdu teir eitt net, sum skuldi gera tað lættari at fáa hendur á ærini.
Ærin gekk kik eina løtu aftur og fram, men so rendi hon seg heilt upp ímóti berginum og mennirnir kundu lættliga spennan netið út, og fáa hendur á henni. Hetta tók ikki nógvar minuttir.
So vórðu ær og menn hálað uppá og farið var til gongu ímóti Tjørnunesi.
Klokkan 15 vóru allir mennirnir og ærin so endiliga komin inn á keiina á Bíargarði í Hvalba. Menn fóru heim at skifta og eta.
Fyrrakvøldið var so ærin flett. Hon varð vigað áðrenn hon varð flett og vigaði hon 53 kg.
Tá krovið var komið upp at hanga, vísti vektin 25 kg ella 50 pund. Eitt sera flott krov.
Uttan iva man hetta vera sera góður matur. Ein ær sum bert hevur etið gras í eini 10 12 ár í Markusarfløtti.
Nú ber so til ogna sær hesa ærina, við at leggja eitt boð inn. Minsta boð er 2000,- kr.
Til ber at ringja 237582 fram til leygarkvøldið klokkan 19.
Peningurin fera til Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag.









