Gluggaglæma taðar og kveikir

Triðja árið á rað fór stóra snið og handverkstiltakið Gluggaglæma av bakkastokki um vikuskifti. Summir av luttakakarnum hava verið við fyrr, fleiri eru við fyri fyrstu ferð meðan onnur nú ganga egnar leiðir.
- Tað er soleiðis Gluggaglæma skal virka. Kveikja fólk at koma fram og taða lendið, so tey kunnu vaksa víðari sjálvi. Tá gleðast vit mest, sigur Randi S. Vang, stigtakari


Fyri triðju ferð lótu dyrnar upp til árliga snið og handverkstiltakið, Gluggaglæma, í Müllers Pakkhúsi leygardagin. Tiltakið, sum byrjaði við nøkrum smáum, livandi verkstøðum, er bara vaksið ár um ár, og er hesuferð víðka við snið og handverkskappingini Upprák og eini stórari ráðstevnu. Innkomnu pløggini til Upprák eru at síggja í Norðurlandahúsinum hesar dagarnar og 21. september er Ráðstevnan Snið og handverk í heimligum og altjóða høpi á skránni við eini røð av forvitnisligum fyrilestrum um snið, handverki, rák og íverksetan.
Serstøk útrykk
Higartil eru stigtakarnir, Randi S. Vang og Jonhild Johannesen, avbera væl nøgdar við luttøkuna og undirtøkuna Gluggaglæma hevur fingið. 20 pløgg eru vald út at verða við í kappingini, og hópin av skúlaflokkum, pensjónistabólkum og onnur hava dagliga vitja tiltakið. Hvønn dag eru livandi verkstaðir at síggja í Müllers Pakkhúsi, og út á seinnapartin hava tey vitjandi høvi at síggja pløgg frá verkstøðunum og Upprák sýnd fram á pallinum í Pakkhúsinum.
Mikudagin verður ein steðgur í framsýningini í Müllers Pakkhúsi, meðan gjørt verður klárt til at næsta lið av verkstøðum sleppur framat hósdagin. Tá verða mannfólkini serliga væl umboða, so teir hava eisini sítt pláss á Gluggaglæmu, sjálvt um ongin mannfólkaklæði vóru millum innkomnu pløggini til Upprák.
- Har eru bara konufólkaklæðir, men tað er ótrúliga stuttligt at síggja, hvussu ymisk pløggini eru. Mest sum øll hugsandi sløg av tilfari eru brúkt, líka frá fínasta silki til ull og leður, frá stásiligasta skrúði til tað meir jarðbundna. Og øll hava tey sítt heilt serstaka útrykk, sigur Randi. So spennandi verður at síggja, hvør fer avstað við vinninginum á 10.000 kr, tá vinnarin verður kunngjørdur sunnudagin.
Taða lendið
Ein av treytunum fyri at verða við í Upprák var, at verkið á ein orginalan hátt vísir nýskapan við røtum í okkara egna mentanararvi. Heitið Upprák hava tær báðar, Randi og Jonhild tikið úr bókini Havið hjá lívfrøðinginum Boga Hansen. Tí var eisini upplagt at lata Boga sjálvan greiða frá hesum fyribrigdi í Norðurlandahúsinum, tá framsýningini við pløggunum lat upp. Við eini hugtakandi ljósmyndarøð greiddi Bogi frá, at talan er um upprák, tá sjógvur verður sogin upp úr djúpari løgum og hevur við sær tøðevni, sum taða lendið og skapa nýggjan gróður, har nóg mikið av ljósi er. Og tað er eisini á leið soleiðis, Gluggaglæma skal virka.
Okkara uppgáva og ynski er at kveikja fólk til at koma fram við sínum handverki og stimbra tey til at halda fram. Soleiðis vóna vit at kunna taða lendið, so tey fáa møguleikan at vaksa á sín egna hátt framyvir. Tá er okkara endamál rokkið, sigur Randi, sum fegnast um at síggja, at fleiri av teimum, sum vóru við á fyrstu Gluggaglæmu, nú hava sjálvstøðug virki við ymsum handverki.