Trygvi D. Strøm, vælevni fyri Javnaðarflokkin á Tvøroyri, vísir í grein á nøkrum av okkara portalum, at avgjørt neyðugt verður við útbygging av Tvøroyrar Havn, tí VarinPelagic fær tørv á víðkan av frystigoymsluni. Róð verður upp undir, at ansast skal eftir at fótonglar ikki verða lagdir fyri framhaldandi framburði á Tvøroyri og kanska Suðuroy sum heild.
Henda útsøgn eigur at verða tikin við allar stórsta fyrivarni, tí verður hugt eftir hvussu Tvøroyrar kommuna hevur fyriskipað fortreytir og býarplanlegging við vinnuøkjum, bústaðarøkjum, nýggjum vegum, ítróttar- og frítíðarøkum, vatn- kloakk- og øðrum tekniskum leiðingum, so kann ikki sigast annað enn, at kommunan júst hevur lagt fótonglar fyri sær sjálvari og teim fólkum, sum búga í kommununi, og meira og minni forða og dýrkað um eina skilagóða framtíðar menning. Nøkur dømi kunnu nevnast:
Ferjulegan á Krambatanga
Ferjulegan á Krambatanga varð løgd soleiðis, at ikki ber til meira at sigla inn um Lítla Hólm við smábatum. Varð ferjulegan løgd 40 metrar longur móti vestri, hevði enn borði til at gagnnýtt hetta sera vækra náttúrøki, sum altíð hevur verið gjørt. Verkfrøðingar hava seinri váttað, at einki var til hindurs fyri, at ferjulegan lá eitt vet longur vesturi og eisini uttan nakran meirkostnað.
Flogvallarmøguleikin spiltur
Í Froðba, frá Høvdatanga, vestur til gamla fótboltsvøllin á Sevmýri, er frástøðan góðar 1200 metrar. Økið er allarhelst einasta pláss í Suðuroy har lendisumstøður og veðurlíkindini eru so mikið góð, at til ber at gera ein flogvøll, ið kann taka flogfør í stødd við t.d. SAAb 340, ið tekur um 30 ferðafólk og lastar umleið 12-14 tons. Í kleyvarskapi og manglandi professionellari planlegging vóru byggiloyvi givin til 3 - 4 sethús, ið nú standa júst har ein lendingarbreyt kundi verið bygd. Skal slíkur vøllur gerast í framtíðini skulu einar 4 til 6 milliónir endurgjaldast til sethúsaeigarar til nýgg og líka góð hús.
Vandamikil atkomuvegur
Nýggjur atkomuvegur varð lagdur oman fyri verandi búseting frá Trongisvági og út á Tvøroyri. Her vóru ongar skynsamar frákoyringar gjørdar til smærri savnað bústaðarøki til 5 kanska 10 sethús hvørt. Úrslitið er í dag at sethús standa lið um lið á øllum strekkinum frá Keypssamtøkuni og út til búsetingina vestur úr Røktarheiminum. Ein vandamikil skipan við fleiri útkoyringum út á høvuðsveg har bilar standa perkeraðir á og fram við vegnum. Afturat tí ein vánalig gagnnýtsla av góðum dyrkaðum lendi.
Tvørá horvin og Valurn oyðilagdur
Heldur enn at leggja lok á vøkru Tvørá átti sjálvandi at verði gjørd nútímans kloakkskipan har rør varð lagt fram við ánni. Her kundi verið ein snøgg gøta við benkrum fram við ánni. Eitt veðurgott pláss upp til grøna vøllin og fyrst bygda sethúsið á Tvøroyri. Væl grundaður spurningur kann setast, um tað var rætt at bróta seg ígjøgnum gamla bústaðarøkið í Valinum, tí væl bar til at leggja omankoyring gjøgnum gomlu fiskaplássini – frá horninum hjá Harry Jespersen, sála, og oman til miðstaðarøkið hjá N.J.Mortensen A/S. Aftur her ein avbera vánalig miðbýarskipan, ið greitt vísir jánkasliga økisnýtslu og innrætting til ein miðbý.
Vegagerð í miðbýnum
Fleiri líka so jánkasligir fótonglar hevur Tvøroyrar kommuna lagt sær sjálvum og borgarunum, og kann m.a. at nevnast vegagerð í miðbýnum. Asfalt er lagt oman á asfalt og eyr og uttan at tryggja haldgott støði til nógva og tunga ferðslu. Frá Kongabrekku og vestur til fiskaplássi hjá T.F.Thomsen A/S – strekkið framman fyri kommunuskrivstovuna, sæst at gamli lagaði garðurin til sethúsini, ið Hans Georg Thomsen bygdi í 1892, er um at detta niður og in í tún og urtagarð, tí einki annað enn asfalt og eyrur er undir til nógva og sera tunga ferðslu. Og næst er eingin veit at taka vatn frá vegnum og rennur alt tí inn á stykkið. Tvøroyrar kommuna letur hánt um støðuna og letur bara standa til. Her koma skattgjaldarar á Tvøroyri at gjalda stóra upphædd fyri kleyvarskap og fótonglar, ið býráðið hevur lagt sær sjálvum.
Nýggir fótonglar
Soleiðis kundi verið hildi á fram við fótonglum, ið Tvøroyar kommuna leggur mótvegis skynsamari menning og óneyðugum meirkostnaðum, ið borgarin í kommununi í síðsta enda kemur at gjalda. Nú skal so aftur ein nýggjur fótongul leggjast fyri framtíðar trivnað og skilagóðari skipan av miðbýnum. Friðaða økið fram til brúgvakant og keihyl við gomlum søguligum pakkhúsum, handli v.m. og einasta eftirverandi fiskaplássinum i býnum, hevur í eygsjón at verða innibyrgt við uppfylling av hylinum og stórari frystigoymslu. Trongligt er á Trongisvágsfirði, verður sagt, men er nakar annar fjørður í landinum, burtursæð frá Skálafirði, ið hevur so góðar umstøður at skipa væla umstøður til menning av fiskivinnuídnaði og vinnuvirkjum, sum júst Trongisvágsfjørður? Nei, neyvan tað, og skal mín vón og áheitan tí verða til allar veljarar á Tvøroyri, at tit nú velja skilafólk inn í býráðið, ið ikki áhaldandi ætla at leggja fótonglar fyri sær sjálvum, íbúgvum á plássinum og einari skilagóðari framtíðar menning.