Vátt í full veldisreiðrið!

SENDINGIN í danska útvarpinum um ríkisfelagsskapin var áhugaverd og eisini verd at geva gætur í víðari orðaskiftinum.

Vit fara her í blaðnum at fylgja upp hesum stóra og týdningarmikla evni og ætla at fáa viðmerkingar frá fólki bæði her heima og í Danmark.

Tveir av okkara freelansarum í Danmark hava tosað við fólk eftir sendingina. Eisini fara vit komandi dagarnar at tríva í spurningar, sum komu fram undir orðaskiftinum. Lesarar okkara nær og fjar eru heldur enn vælkomnir at vera við í hesum orðaskiftinum.


VENDA vit nú aftur á heimabeitið - til okkara egna gerandisdag, so er eisini mangt áhugavert við at henda á tí politiska leikvøllinum her. Ikki tí at tað er so sjónligt, men tú kanst lesa millum linjurnar, at tað er við at gerast eitt sindur vátt í fullveldisreiðrinum. Tað er ein sannroynd, at fólkaflokkurin og tjóðveldisflokkurin í botn og grund eru ósamdir í mongum spurningum, hóast tað eru partar av báðum flokkum, sum fella sera væl saman.


HERFYRI gjørdi løgmaður greitt í samrøðu her í blaðnum, at leiðin til fullveldi er ikki so einføld og løtt, sum mong kanska høvdu roknað við. Hann metti tað vera nógv torførari at fáa fleirtal fyri broytingum, um tað ikki kom meira greitt fram, hvussu eitt nú búskaparligu avleiðingarnar fóru at verða. Eisini metti hann tað sera óheppið, at javnaðarflokkurin ikki var við í arbeiðinum. Nú lesa vit í bløðunum sera áhugaverda grein, sum fólkaflokstingmaðurin Bjarni Djuurholm hevur skrivað. Hóast tað ikki verður sagt beinleiðis, so er hon ætlað sum ein ávaring og áminning til tjóðveldisflokkin. Hann ger upp við romantiskar tjóðskapardreymar og vísir á, at fyrst av øllum má eitt fullveldi byggja á búskaparligt sjálvbjargni. Sum so er einki nýtt í tí. Hetta hava fólkafloksmenn sagt so leingi, og hetta er so eisini partur av boðskapinum hjá javnaðarflokkinum. Men tað er sum um fólkafloksmenn nú vilja síggja nakað ítøkiligt frá tjóðveldisflokkinum - hvussu ætlar hann at fíggja fullveldið - hvar vil hann skerja innan tað almenna osfr. Tað er greitt, at vit nú eru við at koma hartil, at ideologisk áhugamál hjá báðum flokkum stoyta ímóti hvørjum øðrum. Spurningurin er, hvussu heilhjartaður fólkaflokkurin í veruleikanum er fyri fullveldispolitikkinum, sum øll vit fyrst og fremst tjóðveldisflokkurin hevur stungið út í kortið. Fara vit nú at uppliva fleiri og fleiri greinar av tí slagnum, sum Bjarni Dj. skrivar, og nær fer hetta at koma til sjóndar á politiska leikplallinum.