Atli Gregersen
Tí er uppskot hansara um seta eina kanning í verk av Fiskirannsóknarstovuni heilt upp á sítt pláss.
Tað er ongin loyna, at landsins myndugleikar, hvørki Føroya Løgting ella skiftandi fiskimálaráðharrar, hava fylgt tilráðingunum frá Fiskirannsóknarstovuni í serliga stóran mun.
Líka so væl sum »skeiv ráðgeving«, um hon verður fylgd, kann kosta samfelagnum 100 tals milliónir árliga. Líka so væl kunna skeivar politiskar avgerðir, ið ikki fylgja kompetentari ráðgeving frá sakkunleikanum kosta samfelagnum 100 tals milliónir árliga.
Tí skjóti eg upp, at kanningin hjá Jørgini eisini skal umfata politisku skipanina. Um tað er so, at politikkararnir ferð eftir ferð hava tikið skeivar avgerðir ímóti fakligari ráðgeving, sum hava kostað samfelagnum og harvið okkum borgarum dýrt, so eigur hetta sjálvandi eisini at koma fram í ljósið.
Vísir kanningin, at Fiskirannsóknarstovan ikki veitir kompetenta ráðgeving, so eigur tað at fáa onkrar avleiðingar, tí sum Jørgin so rætt sigur, avleiðingarnar kosta samfelagnum sera nógv. Vísir kanningin hinvegin, at skiftandi fiskimálaráðharrar (m. a. Jørgin Niclassen) og meirilutin av tingmanningini hava ignorerað kompetenta ráðgeving og harvið hava søplað 100 tals milliónir vekk árliga er spurningurin greiður.
Hvørjar avleiðingar skal tað eventuelt fáa?