s, sum sigur, at vit eru ein sjálvstýrandi tjóð í ríkinum, at vit virka undir heimastýrislógini, og at vit verða verandi í ríkinum so leingi sum ein meiriluti av Føroya fólki ynskir at so skal vera. [...] støðu, at føroyingar eru eitt fólk, ein tjóð, og at vit til eina og hvørja tíð avgera sjálv okkara framtíðarstøðu í ríkisfelagsskapinum. Heimastýrislógin er grundarlagið Bæði staðfestingin av at vit eru [...] ræður Tær grundgevingar sum vórðu nýttar í sambandi við, at ætlaða fólkaatkvøðan í 2000 varð avlýst, nevniliga møguleikin fyri, at vit fóru at lima okkum inn í danska ríkið í allar ævir, kunnu ikki vera
verður gjørt undir Mentamálaráðnum at fáa føroyingar út í heimin at lesa, kann koma at merkja nógv fyri okkum í framtíðini. Tað er umráðandi, at vit uppá sikt koma at hava fólk við gradum úr fleiri londum [...] hesum døgum. Vit eiga at minnast til, at ein útbúgving úr einum ávísum landi ikki bert umfatar tað reint tekinska, men eisini mátan at hugsa uppá og umsita uppá. Fyrsta stig í hesum er, at man beinir alt burtur [...] leypandi vigað í okkara umsiting, at slíkt skjótt verður uppdagað, og so kann man rætta mistakið. Ikki tí, at tað er nakað galið við donskum útbúgvingum sum so, útyvir at donsk lesandi statistiskt sæð brúka
um útlendingamálið. Sigast kann, at løgmaður, hóast hann ofta skinklar, tá ið útlendingamálið umræður, at hann stóð seg væl. Hinvegin hevði Hilmar Jan Hansen ilt við at halda málinum á tí støði, tað eigur [...] Er tað ikki nátúrligt at vera blíður bæði við útlendingar og egnu landsmenn okkara. Út frá tí, hesin fjølmiðlamaður fyrr hevur hildið fram óseriøst, fari eg at gera vart við, at spurningurin í hesum føri [...] løgmann, um ikki átti at verið kunnað meir! Hilmar Jan Hansen er stuttligur maður, og óivað ikki keðiligur at vera saman við, men serliga nærlagdur í álvarsomum máli, er synd at siga hann vera. Eg trúgvi
longu so von við at hoyra um undirsjóvartunlar, at vit geva okkum í veruleikanum ikki fær um, hvussu øgiliga stórt og kolveltandi stig hesir eru fyri alt samfelagið Føroyar. Ein kann siga, at samskiftið er [...] nógv lættari tað fer at verða at sleppa undan teimum mangan ilsligu túrunum og so bíðirøðunum. Norðoyartunnilin er einki minni enn eitt undurverk, hugsa vit um brúksvirðið hann fer at hava fyri so mong menniskju [...] tey menniskjansligu bondini hesin tunnilin fer at knýta. Tá tað brádliga verður gerandishending at fara í føðingardag ol. hjá skyldfólki og vinum bara við at seta seg í bilin. Tey persónligu, familieru og
umsiting. At leggja mál út til kommunur fyri at spara á fíggjarlógini, ber ikki til. Sami skattgjaldari kemur at svíða fyri kostnaðin við einari skeikling sum rakar láginntøkurnar. Um endamálið at leggja [...] øki út til kommunurnar at umsita, so stingur spurningurin seg upp um, hvussu gjaldast skal fyri hetta øki. Fyri at brúka tað aktuella barnaverndarøki sum dømi, so síggja vit, at barnaverndarstovur verða [...] stórt tal av fólki verður sett at røkja uppgávurnar í hesum sambandi. Tað kundi verið áhugavert at fingið eina samanbering av, hvat barnaverndin kostar í dag, og hvat hon kemur at kosta, tá kommunurnar hava
rin hevði eina lítla vón um, at onkur samgongutingmaður møguliga fór at vakna, tá hann sá, at pengarnir vóru betur farnir sum ein eyka stuðul til tey gomlu, heldur enn at tveita teir út av vindeyganum [...] nin. Uppskotið er liður í ætlanunum hjá samgonguni um at endurnýggja pensjónsskipanina í Føroyum, og ikki var sørt, at tingmenn kappaðust um at geva sær sjálvum og egnum flokki æruna fyri øll framstig [...] um), er, at uppskotið hjá Sambandsflokkinum varð lagt fram í august 2001, meðan táverandi samgonguflokkar arbeiddu við at skerja ríkisveitingina. Uppskotið var ein roynd at steðga ætlanini
grundarlagið í løtuni. Mett hevur nevniliga verið, at grundarlagið hevur verið rímiliga gott, og at fiskurin tí hevur trívist væl. Nú vísa so gróðurmátingarnar, at grundarlagið kortini ikki er so gott, sum hildið [...] máta fyri gróður. Hann sigur, at tað kemur eitt sindur dátt við, nú endaligu kanningarnar vísa, at gróðurin er nokso fitt minni enn eitt miðalár. Yngul og æti Eilif sigur, at seinastu kanningarnar, sum [...] vísa mátingarnar, at talið bert er 6,98 ella tvey tøl minni enn eitt miðalár. Í 2002 var gróðurin rættiliga lítil; tá var gróðurtalið 3,6. Sjálvur hevði Eilif væntað, at talið fór at vera nakað yvir miðal
teir ikki at síggja, at neyðugt er við tiltøkum? Bert kenslubornir droymarar halda at trøini vaksa beinleiðis inn í Himmalin. Sjálvt patriarkurin Jákup kundi bert droyma hetta. Nei, neyðugt er at síggja [...] landið fast er, at teirra politikur byggir á kenslur, og kenslur hava sum kunnugt onki við fornuft at gera. Sambandsfloksins politikkur byggir hinvegin á sunna fornuft, og tað er tað íð ger, at tað bert er [...] økinum eydnaðist so mikið væl, at longu nú, Magni Laksáfoss hevur tikið yvir eftir Bárð er neyðugt at repa seglini ella tálma búskapinum og soleiðis drýggja vælferðina, soleiðis at vit ikki seta alt yvir stýr
sjálvum sær hevur kostað. Hinvegin er eingin orsøk at halda, at GÍ framhaldandi fer at dvølja í aldudalinum. Er tað nakað, sum liðið er tiltikið fyri, so er tað at stríðast 100% hvørja einastu ferð, og við tí [...] tilgongd av teimum báðum kenningunum, Sámal Joensen og Magna Jarnskor, er einki at ivast í, at teir fara at bíta meira frá sær. At verja málið høvdu gøtumenn fingið sær klaksvíkingin, Meinhard Joensen, men [...] skeiva vegin, at hópurin tykist nakað tunnur. Ikki minst kann tað koma at kosta dýrt, um skaðar og leikbann fara at raka. Tí berandi kreftirnar eru ikki so nógvar, og tá kann gerast tungt at standa ímóti
allarbesta hevði helst verið at sent bæði í sjónvarpinum og á netinum. Men vit hava valt at gjørt tað øðrvísi hesaferð, og eg haldi, at fólk fáa somu tænastuna, sum tey plagdu at fáa, sigur Ivan Niclasen, [...] hava vit valt at raðfesta hálvfinaluna og finaluna í Prix Føroyum, men samanumtikið halda vit, at dekningurn av kappingini er góður, og at okkara ískoyti er tað sama, sum tað plagdi at vera, sigur Ivan [...] Sjónvarið framleitt sjónvarpstilfar, sum tað ber til at síggja umvegis internetið ? netvarp, tey kalla. Hetta hevur fingið tónleikarar og onnur at finnast at SvF, tí tað ikki vil gera vanligu sendingarnar um