Gróður
Nú úrslitini av gróðurmátingunum hjá Fiskirannsóknarstovuni fyriliggja, hevur stovnurin staðfest, at gróðurin á landgrunninum í ár er nokso fitt minni enn eitt miðalár. Hetta svarar ikki til tað, sum annars hevur verið hildið um lívfrøðiliga grundarlagið í løtuni. Mett hevur nevniliga verið, at grundarlagið hevur verið rímiliga gott, og at fiskurin tí hevur trívist væl. Nú vísa so gróðurmátingarnar, at grundarlagið kortini ikki er so gott, sum hildið hevur verið.
Eilif Gaard, fiskifrøðingur, sigur, at Fiskirannsóknarstovan leypandi kannar gróðurin á landgrunninum, og ein týðandi partur av hesum kanningum er sjógvurin, sum verður pumpaður upp á Lívfiskastøðini í Skopun.
- Vit fáa royndir sendandi av hesum sjógvi, sum vit síðan máta fyri gróður.
Hann sigur, at tað kemur eitt sindur dátt við, nú endaligu kanningarnar vísa, at gróðurin er nokso fitt minni enn eitt miðalár.
Yngul og æti
Eilif sigur, at seinastu kanningarnar, sum Fiskirannsóknarstovan ger á hvørjum ári til tess at staðfesta endaligu tølini, er yngul-og ætikanningar við Magnusi Heinasyni.
- Í endanum av juni mánaða fer Magnus Heinason um allan landgrunnin, har yngul-og ætikanningar verða gjørdar. Hetta er líkasum hæddarpunktið, ið saman við kanningunum av sjógvi úr Lívfiskastøðini í Skopun, er grundarlagið undir úrslitinum.
Fiskifrøðingurin sigur, at stovnurin brúkar eitt sonevnt index-tal til at áseta góðurin, og eitt miðal ár er gróðurin soleiðis 8,97.
- Í fjør var gróðurtalið 10,6 og soleiðis væl yvir miðal, men í ár vísa mátingarnar, at talið bert er 6,98 ella tvey tøl minni enn eitt miðalár. Í 2002 var gróðurin rættiliga lítil; tá var gróðurtalið 3,6.
Sjálvur hevði Eilif væntað, at talið fór at vera nakað yvir miðal í ár, men nú tikið er saman tær mátingar, sum Fiskirannsóknarstovan ger, er veruleikin ein annar.
- Hetta er ikki júst tað, sum vit hava mest brúk fyri í løtuni, heldur Eilif Gaard fyri.
Sæst aftur
Fiskirannsóknarstovan hevur gjørt gróðurkanningar seinastu 15 árini, og líkt er til, at hesar kanningar eru eitt rættiliga gott "barometur" fyri, hvussu lívfrøðiliga grundarlagið á landgrunninum er.
- Eru gróðurtølini høg, gerst fiskurin feitur, men eru gróðurtølini lá yvir longri tíð, sæst hetta aftur í, at fiskurin verður meira rak sum frá líður, sigur fiskifrøðingurin og vísir á, at hetta kanska serliga sæst aftur í, hvussu toskurin verður fyri.
Hann sigur, at "forskotið", sum hann rópar tað, er eini 2-3 ár í mun til gróðurin.
Eilif Gaard heldur, at tað hevur sína ávirkan á gróðurin, hvussu "nógv" sjógvurin á landgrunninum verður skiftur út.
- Verður sjógvurin nógv skiftur, darvar hetta eftir øllum at døma gróðrinum, sigur hann.
Fiskifrøðingurin vísir á, at torført er at meta um øll viðurskifti í havinum, fyrr enn ein tíð er fráliðin.
- Tí kunnu vit bert vóna, at gróðurin á landgrunninum mennist aftur, sigur Eilif Gaard.










