Sambandsflokkurin fegnast um yvirlýsingina frá donsku stjórnini til ST, sum staðfestir, at Føroyar eru í ríkisfelagsskapi við Danmark, og at tað er heimastýrislógin, sum er grundarlagið undir lógini um víðkaðar uttanríkispolitiskar heimildir. Eisini fegnast Sambandsflokkurin um, at tað stendur í Circular Note til ST, at uttanríkispolitiska heimildarlógin er gjørd sambært sjálvsavgerðarætti føroyinga sambært altjóða rætti.
Hvat er staðfest?
Løgmaður hevur rætt tá hann sigur, at fráboðanin staðfestir okkara sjálvsavgerðarætt sambært altjóðarætti. Men fráboðanin sigur tó einki um, at føroyingar til eina og hvørja tí avgerða okkara egnu ríkisrættarligu viðurskifti. Fráboðanin sigur bert, at tann sáttmálin sum er gjørdur millum Føroyar og Danmark er gjørdur sambært altjóða rætti.
Fyri Sambandsflokkin hevur tað ongantíð verði nakar trupuleiki, hvat onnur halda, siga og meina um okkum føroyingar, tá talan er um sjálvsavgerðarætt. Sambandsflokkurin hevur ta greiðu støðu, at føroyingar eru eitt fólk, ein tjóð, og at vit til eina og hvørja tíð avgera sjálv okkara framtíðarstøðu í ríkisfelagsskapinum.
Heimastýrislógin er grundarlagið
Bæði staðfestingin av at vit eru partur av danska ríkinum, og staðfestingin av lógini um uttanríkispolitiskar heimildir, byggja á heimastýrislógina. Tað er hetta, sum verður staðfest í yvirlýsingini til ST. Harumframt verður staðfest, at sjálvsavgerðarættur føroyinga sambært altjóðarætti er galdandi í mun til tær heimildir sum lógin um uttanríkispolitiskar heimildir gevur okkum.
Um danska stjórnin í staðin hevði sent ta føroysku lógina við teimum føroysku viðmerkingum til ST, so hevði tað ikki broytt støðuna viðvíkjandi okkara sokallaða ómissandi framhaldandi sjálvsavgerðarætti sambært altjóðarætti.
Fólkið ræður
Tær grundgevingar sum vórðu nýttar í sambandi við, at ætlaða fólkaatkvøðan í 2000 varð avlýst, nevniliga møguleikin fyri, at vit fóru at lima okkum inn í danska ríkið í allar ævir, kunnu ikki vera galdandi longur, tí lógin um uttanríkispolitiskar heimildir, sum nú er fráboða ST, staðfestir við sjey tumma seymi, at vit eru í einum ríkisfelagsskapi, og at leisturin undir honum er heimastýrislógin.
Sambandsflokkurin staðfestir sostatt, at fráboðanin til ST er ein staðfesting av Nýskipanaruppskoti Sambandsfloksins, sum sigur, at vit eru ein sjálvstýrandi tjóð í ríkinum, at vit virka undir heimastýrislógini, og at vit verða verandi í ríkinum so leingi sum ein meiriluti av Føroya fólki ynskir at so skal vera. Hetta er fult í trá við ta fatan, sum Sambandsflokkurin hevur av viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark.