Helgi Abrahamsen
Skulu vit flenna, ella skulu vit gráta, tá vit hugsa um tað sum er hent á pensjónsøkinum?
Seinasta mikudag viðgjørdi løgtingið eitt uppskot um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin. Uppskotið er liður í ætlanunum hjá samgonguni um at endurnýggja pensjónsskipanina í Føroyum, og ikki var sørt, at tingmenn kappaðust um at geva sær sjálvum og egnum flokki æruna fyri øll framstig, sum eru hend á pensjónsøkinum tey seinastu nógvu árini.
Helmsdal valdi at flenna
Undir viðgerðini gjørdi Finnur Helmsdal úr Tjóðveldisflokkinum gjøldur burtur úr einum uppskoti sum Edmund Joensen, vegna Sambandsflokkin, legði fyri tingið í august 2001. Edmund Joensen skeyt tá upp at játta 400 mió. krónur til Samhaldsfasta í 2001 og aftur 400 mió. krónur í 2002, og hetta helt Finnur Helmsdal vera sera stuttligt.
Men tað sum Finnur gloymdi at siga (og sum er ein týðandi partur av málinum), er, at uppskotið hjá Sambandsflokkinum varð lagt fram í august 2001, meðan táverandi samgonguflokkar arbeiddu við at skerja ríkisveitingina. Uppskotið var ein roynd at steðga ætlanini hjá samgonguflokkunum. Uppskotsstillarin hevði eina lítla vón um, at onkur samgongutingmaður møguliga fór at vakna, tá hann sá, at pengarnir vóru betur farnir sum ein eyka stuðul til tey gomlu, heldur enn at tveita teir út av vindeyganum. Men vit mugu tíverri ásanna, at táverandi meiriluti á Føroya Løgtingi helt tað tæna landinum betur, at pengarnir vórðu tveittir burtur, heldur enn at lata tey gomlu fáa teir.
Hetta er tann kaldi veruleikin, og tí kennist tað løgið, at somu politikarar og teirra partamenn nú eru so harmir um, at bæði landskassin og tey gomlu mangla pengar. H vat annað høvdu teir væntað?
Ì viðmerkingunum til uppskot Sambandsfloksins frá 2001 stóð: »Hetta uppskotið er sett fram sum eitt alternativ til uppskotið frá samgonguni um at minka og taka burtur blokkstuðulin«. Hesa detaljuna eigur Finnur Helmsdal ikki at gloyma, næstu ferð hann stuttleikar sær við at vísa til uppskotið.
Syrgiligur stuttleiki
Sjálvsagt eru tvær ferðir 400 mió. kórnur nógvir pengar at geva teimum gomlu. Men um vit samanbera hetta við tað, sum fullveldissamgongan valdi at tveita burtur, so er í tí førinum talan um dupult so nógvar pengar (higartil) og í tí førinum fingu hvørki ung ella gomul nakað fyri pengarnar.
So meðan onkur heldur søguna um tær 800 milliónirnar, sum pensjónistarnir ikki fingu, vera stuttliga, so haldi eg hina søguna um ta dupultu upphæddina, sum fór út av vindeyganum, vera syrgiliga.