Prix Føroyar tónleikakappingini hevur í ár ikki verið so sjónlig á sjónvarpsskíggjanum, sum hon plagdi at verða. Vanligt var, at Sjónvarpið gjørdi sendingar frá hvørjum umfari til hyggjararnar kring landið.
Hesaferð er dekningurin øðrvísi. Sjónvarpið hevur sent lítið og einki tilfar í sjónvarpinum, men harafturímóti hevur Sjónvarið framleitt sjónvarpstilfar, sum tað ber til at síggja umvegis internetið ? netvarp, tey kalla.
Hetta hevur fingið tónleikarar og onnur at finnast at SvF, tí tað ikki vil gera vanligu sendingarnar um Prixið, men í Sjónvarpinum halda tey, at dekningurin av stóru tónleikakappingini, sum Sjónvarpið sjálvt er við til at fyrireika, er góður.
? Eg skilji tey, sum vilja hava Prix Føroyar á sjónvarpsskíggjan, og tað allarbesta hevði helst verið at sent bæði í sjónvarpinum og á netinum. Men vit hava valt at gjørt tað øðrvísi hesaferð, og eg haldi, at fólk fáa somu tænastuna, sum tey plagdu at fáa, sigur Ivan Niclasen, leiðari fyri mentanardeildina í Sjónvarpinum.
Skjótari út við tilfari
Sjónvarpið hevur síðani Prix Føroyar tónleikakappingin byrjaði verið sera virkið í kappingini, og øll árini hava tað verið gjørdar sendingar um tey innleiðandi umførini. Hyggjarar hava gjøgnum árini sæð Per Højgaard, Johan í Kollafirði og Trónd Vatnhamar fylgt kappingini.
Sjónvarpið hevur eisini hesaferð upptøkumann og reportara til hvørt innleiðandi umfar í Prix Føroyum, men tilfarið kemur ikki á sjónvarpsskíggjan í sama mun sum áður. Nú verður internetið brúkt til at seta innsløg, prát og tónleik.
? Vit fáa tilfarið skjótari út til hyggjararnar við netvarpinum, og vit vita, at okkara málbólkur, sum er tey ungu, brúka nógv internetið. Hinvegin er innihaldið tað sama, sum tað var í sjónvarpssendingunum, og tí fáa fólk tann sama dekningin, men bara á ein annan hátt, sigur Ivan Niclasen.
? Tølini vísa, at tað eru nógv, sum hyggja eftir netvarpinum, og hetta er við til at geva okkum nakrar áhugaverdar royndir við netvarpi, sum vit kunnu brúka í framtíðini.
Prixið kemur á skíggjan
Sjónvarpið hevur síðstu vikurnar havt nógv stór tiltøk á skránni, sum eisini hava gjørt tað trupult at gera vanligu Prix-sendingarnar. Fólkatingsvalið og finalur í hondbólti og flogbólti rendu seg beint í Prixið, men leiðarin fyri mentanardeildina hjá Sjónvarpinum leggur tó dent á, at talan er fyrst og fremst um eitt val hjá Sjónvarpinum at dekka kappingina á ein nýggjan hátt.
Prixið kemur tó á skíggjan seinni. Sjónvarpið fer at verða við til hálvfinaluna, sum verður í Trongisvági, og so eisini til stóran finaluna ? sum nú verður ein hending, eitt event ? har vinnarin í kappingini skal finnast.
? Tá tað snýr seg um skíggjan, hava vit valt at raðfesta hálvfinaluna og finaluna í Prix Føroyum, men samanumtikið halda vit, at dekningurn av kappingini er góður, og at okkara ískoyti er tað sama, sum tað plagdi at vera, sigur Ivan Niclasen.