Oddagrein· Norðoyartunnilin og ferðslutrygd

Um minni enn eitt hálvt ár verður koyrandi millum Eysturoynna og Borðoynna. Ella rættari: fast samband verður millum alt meginøkið og Klaksvíkina. Til ber eisini at siga, at tað verður koyrandi úr Gásadali til Viðareiðis - gjøgnum ikki færri enn 8 tunlar, harav tveir undir sjónum.

Hóast henda verkætlan er einki minni enn ein risastór kolvelting, so eru vit longu so von við at hoyra um undirsjóvartunlar, at vit geva okkum í veruleikanum ikki fær um, hvussu øgiliga stórt og kolveltandi stig hesir eru fyri alt samfelagið Føroyar. Ein kann siga, at samskiftið er so mikið nógv og gott og tíðirnar so góðar, at vit eru vorðin forkelað, ja vit duga líkasum ikki at seta prís uppá tey virði, sum eitt nú undirsjóvartunlar geva okkum. Ikki tí - mong teirra, sum dagliga ferðast um Lorvíksfjørð vita betur. Tey vita, hvussu nógv lættari tað fer at verða at sleppa undan teimum mangan ilsligu túrunum og so bíðirøðunum.

Norðoyartunnilin er einki minni enn eitt undurverk, hugsa vit um brúksvirðið hann fer at hava fyri so mong menniskju í hesum landi. Eitt er vinna og handil, annað eru tey menniskjansligu bondini hesin tunnilin fer at knýta. Tá tað brádliga verður gerandishending at fara í føðingardag ol. hjá skyldfólki og vinum bara við at seta seg í bilin. Tey persónligu, familieru og vinarskaparbondini, sum tunnilin fer at knýta, gerast so mong, at tað kann ganga yvir okkara forstand í løtuni. Vit duga rætt og slætt ikki at ímynda okkum tann stóra týdning fasta sambandið kann fáa fólk ímillum. Fyri tiltøk av øllum slag.

Tá hetta er sagt, so mugu vit eisini gera okkum út til at taka ímóti teimum vandum, sum lúra í kjalarvørrinum á føstum sambandi. Og her hugsa vit um broytta ferðslumynstrið tvs. øktu og nógv øðrvísi ferðsluna og ferðslumentanina. Fyri tað fyrsta mugu øll viðurskifti í tunlinum verða í tráð við hægstu krøvini til ferðslutrygd. Tað er sjálvsagt. Men samtíðis mugu vit seta spurningin: hvørji onnur krøv og fyrilit til eina trygga ferðslu og eina sunna ferðslumentan setir ein so kolveltandi broyting sum eitt fast tunnilssamband, ið knýtir tveir so týðandi partar av einum landi saman!

Øll kunnu vit ímynda okkum, hvussu nógv og ógvuslig ferðslan fer at verða, tá fast samband brádliga er veruleiki. Her hugsa vit ikki minst um tey ungu, sum tá fáa ein risastóran "heimamarknað". Ì staðin fyri bara at koyra "sleis" á tí sera avmarkaða vegastrekkinum í Klaksvík, verður nú brádliga ein heilt nýggj verð latin upp, nevniliga møguleikin fyri sama dag, somu nátt at kunna koyra úr einum enda á landinum í ein annan og vera heima aftur sama dag. Henda spildurnýggja ferðslumentanin má fáa myndugleikar at hugsa seg um. Ber til bara at lata standa til! Eigur nýggja fasta sambandið ikki at seta nýggj krøv til løgregluna, sum tá má vera ein meira virkin og sæddur partur á landsvegunum! Uppskot okkara er, at Ráðið fyri Ferðslutrygd tekur henda stóra spurningin til viðgerðar skjótast: hvussu vit tryggja eina skilagóða og trygga ferðslumentan eftir at Norðoyartunnilin er tikin í brúk.

Sosialurin