Jógvan við Keldu, løgtingsmaður
Lurtaði eftir prátinum fjølmiðlamaðurin Hilmar Jan Hansen og Føroya løgmaður høvdu í Útvarpi Føroya seinastu viku um útlendingamálið.
Sigast kann, at løgmaður, hóast hann ofta skinklar, tá ið útlendingamálið umræður, at hann stóð seg væl.
Hinvegin hevði Hilmar Jan Hansen ilt við at halda málinum á tí støði, tað eigur, men gjørdi fleiri royndir, eins og hann fyrr hevur gjørt, tendensiøst at einfaldgera tann veruleika, sum lógin í sínum bókstavi ásetur.
Blíðskapur er nátúrligur
Eg fari í hesum viðfangi bert at taka tvinnar tættir burtur úr prátinum.
Fyrri tátturin er, har hann leggur fyri løgmann, um vit ikki skulu vera blíð við útlendingar!
Hvat er hetta fyri ein spurningur frá einum fjølmiðlamanni. Er tað ikki nátúrligt at vera blíður bæði við útlendingar og egnu landsmenn okkara.
Út frá tí, hesin fjølmiðlamaður fyrr hevur hildið fram óseriøst, fari eg at gera vart við, at spurningurin í hesum føri er óvikomandi, um vit eru blíð ella ikki. Her er ein lóg, tað snýr seg um, ein lóg sum skal haldast.
Spurningurin er settur við einum endamáli, fyri at skapa ávísa øsing og er í hesum føri subjektivur og ein roynd at framprovokera kenslur. Ein bíligur Ude og Hjemme stílur.
Hvørki lurtar ella hyggur
Seinni tátturin er, har Hilmar Jan Hansen, spyr løgmann, um ikki átti at verið kunnað meir!
Hilmar Jan Hansen er stuttligur maður, og óivað ikki keðiligur at vera saman við, men serliga nærlagdur í álvarsomum máli, er synd at siga hann vera.
Eg trúgvi ikki, soleiðis sum hann viðger málið, at hann nakrantíð hevur verið inni á heimasíðuni hjá Innlendismálaráðnum www.imr.fo, har viðkomandi kunning er. Heldur ikki hevur hann nakrantíð sett seg í samband við Innlendismálaráðið, fyri at fáa eina breiðari kunning, so hann er førur fyri at viðgera málið meiri professionelt.
Krøv til public service stovn
Sjálvandi verður ikki kravt av fjølmiðlafólkum sum heild, at tey skulu seta seg inn í útlendingamálið, sum er fløkt. Hinvegin er av einum public service stovni sum Útvarp Føroya er, sum vit øll eru kravd at gjalda til, minsta kravið at tann sum dittar sær í fjølmiðlum at viðgera málið, skal seta seg rættuliga væl inn í málið, og serstakliga tí tað er so viðkvamt.
Tað hevur Hilmar Jan Hansen ikki gjørt, tað hevur hann prógvað.
Her skal meiri til enn bara at vera undirhaldandi, stuttligur og grunnur sum fjølmiðlamaður.
Útlendingamálið er lógarfest. At so lógin er donsk, og Sambandsflokkurin ikki vil yvirtaka málið, frítekur ikki Hilmar Jan Hansen, fjølmiðlamann at viðgera hetta seriøst í Útvarpi Føroya.