GÍ
Teir eru nakað fyri seg. Leikararnir í GÍ. Tað mundi eisini longu standa greitt, tá teir í 1979 fóru stormandi upp gjøgnum aðru deild, sum teir vunnu við fullum stigatali. Longu fýra ár seinni var fyrsta FM-gullið komið til høldar, og síðani hevur GÍ verið ein maktfaktorur í føroyskum fótbólti.
Í seinastu fjórðings-øldina ella so er tað eisini bara HB, sum tolir eina samanbering, tá tosast skal um úrslitini hjá gÍ. Seks ferðirnar er talan vorðin um gull, og mest sum hvørja ferð, at hetta ikki hevur verið úrslitið, hevur GÍ amast upp ímóti oddinum. Krúnan á verkinum var sjálvandi tíðarskeiðið 1993-96, tá gullið fýra ferðir á rað endaði í Gøtu. Nakað sum at enda fekk teir at prenta árstølini fyri gullið á ryggin á T-shirtunum, tí har rúmaðust ikki fleiri tøl á bringuni!
Síðani hevur tað so vignast heldur misjavnt hjá GÍ, men tó ikki verri enn ilt. Í øllum førum megnaði liðið við 11 europeiskum atgongumerkjum á rað at seta føroyskt met í altjóða umboðan.
Tykjast tunnir
Seinastu árini hava tó verið nakað soltin í so máta. Fram til í fyrraárið eydnaðist felagnum at vinna rættin til europeiska luttøku, men fyri aðru ferð á rað skulu gøtufólk nú uppliva eitt summar, sum ikki angar av UEFA-fótbólti.
Hetta hevur so eisini havt sína orsøk. Fyrst og fremst, so er eitt stórt ættarliðsskifti farið fram á liðnum, og tað í sjálvum sær hevur kostað. Hinvegin er eingin orsøk at halda, at GÍ framhaldandi fer at dvølja í aldudalinum. Er tað nakað, sum liðið er tiltikið fyri, so er tað at stríðast 100% hvørja einastu ferð, og við tí hugburðinum kann tað ongantíð ganga heilt galið.
Hartil skal takast, at ungu menninir, sum nú eru á liðnum, eru búnaðir enn eitt ár. Tá lagið í fjør var tað rætta, sýndu leikararnir, at teir væl og virðilga duga at spæla fótbólt. Og nú miðvøllurin hevur fingið tilgongd av teimum báðum kenningunum, Sámal Joensen og Magna Jarnskor, er einki at ivast í, at teir fara at bíta meira frá sær.
At verja málið høvdu gøtumenn fingið sær klaksvíkingin, Meinhard Joensen, men longu undan kappingarbyrjan er hann úti við brotnum armi. Tað hevur so fingið felagið at fáa fatur á Halli Hansen, sum annars var farin av landinum. Til stuttleikar kann nevnast, at Hallur í Danmark náddi ein dyst á besta liðnum hjá Holstebro, har John Petersen annars er farin at gera um seg.
Tað telir tó skeiva vegin, at hópurin tykist nakað tunnur. Ikki minst kann tað koma at kosta dýrt, um skaðar og leikbann fara at raka. Tí berandi kreftirnar eru ikki so nógvar, og tá kann gerast tungt at standa ímóti, um ov nógvar av teimum royndu kreftunum ikki fáa fylgt við.