Magni Laksáfoss hevur púra rætt!

Við nýggja landsstýrismanni Sambandsfloksins Magna Laksáfoss fekk samgongan ein ikki minni dugnaligan fíggjarmálaráðharra enn undanfarna. Hví? Tí sambandshugsanin byggir ikki á kenslur, sum hjá øllum hinum flokkunum, men á sunna fornuft

Søgan endurtekur seg ferð eftir ferð. Tá ið hinir flokkarnir hava koyrt landið fast fíggjarliga, eru altíð boð eftir Sambandsflokkinum at fáa landið aftur á beint. Hetta hendi í 1966, 1980, 1989, 1994 og nú aftur í 2004.

Sambandsflokkurin byggir á sunna fornuft, hinir flokkarnir bygga á kenslur.

Orsøkin til, at hinir flokkarnir altíð koyra landið fast er, at teirra politikur byggir á kenslur, og kenslur hava sum kunnugt onki við fornuft at gera. Sambandsfloksins politikkur byggir hinvegin á sunna fornuft, og tað er tað íð ger, at tað bert er Sambandsflokkurin, sum kann bjarga Førjum tá ið á stendur.

Eftir vanstýring í 6 ár, har loysingarflokkarnir í kenslurúsi hildu seg kunna gera Føroyar leysar av Danmark og høvdu søplað eitt yvirskot á fíggjarlógini upp á 600 mió kr. burtur og lótu eftir seg eitt stórt hall upp á 150 mió. kr., vóru boð aftur eftir Sambandsflokkinum, og við Bárði Nielsen sum fíggjarmálaráðharra eydnaðist at venda skútuni aftur á beint. Landsstýrissamgongan hevði ein sera góðan fíggjarmálaráðharra í landsstýrismanni Sambandsfloksins Bárði Nielsen – ja so góðan, at hann bleiv headhuntaður til landsins størstu verkætlan nakrantíð.

 

Magni Laksáfoss vísir á møguleikar

Politikkur Sambandsfloksins á fíggjarliga økinum eydnaðist so mikið væl, at longu nú, Magni Laksáfoss hevur tikið yvir eftir Bárð er neyðugt at repa seglini ella tálma búskapinum og soleiðis drýggja vælferðina, soleiðis at vit ikki seta alt yvir stýr, sum vit fyrr hava upplivað tað.

Hinir samgonguflokkarnir - teir nevna bert tiltøk, ið ikki skulu setast í verk - tykjast firtnir, nú landsstýrismaðurin kemur við uppskotum um, hvørji tiltøk kunnu setast íverk.

 

Fulla undirtøku

Hvat feilar so okkara samstarvsflokkum? Hví leika teir so í? Duga teir ikki at síggja, at neyðugt er við tiltøkum? Bert kenslubornir droymarar halda at trøini vaksa beinleiðis inn í Himmalin. Sjálvt patriarkurin Jákup kundi bert droyma hetta. Nei, neyðugt er at síggja veruleikan í eyguni, sum Magni Laksáfoss ger tað og seta tiltøk í verk, sum muna. Hann hevur fingið fulla undirtøku á landsstýrisfundi fyri tí, hann ger, ja, er enntá biðin um at seta tiltøk í verk.

Magni hevur eisini fullan stuðul í sínum baklandi, hóast Kringvarpið fær tað at ljóða beint øvugt. Sama tíðindaskriv sum stóð at lesa í bløðunum, har formaður Sambandsfloksins gevur landsstýrismanninum sín fulla stuðul, lesur útvarpið upp og sigur, at landsstýrismaðurin hevur ikki undirtøku, sjálvt ikki í sínum egna flokki. Sig so, at tey í útvarpinum ikki kenna republic service-skyldur sínar!

 

Neyðugt at vísa á skeivleikar og ábøtur

Hetta merkir sjálvsagt ikki, at Sambandsflokkurin ikki virðir samgonguskjalið – tað er eitt av eyðkennum Sambandsfloksins, at hann stendur við gjørdar avtalur. Men sjálvandi skal flokkurin kunna vísa á skeivleikar og ábøtur.

Bæði Bárður Nielsen og Magni Laksáfoss hava víst, hvussu sambandspolitikkur roynist í verki og at hesin politikkur er longst sum best.