Oddagrein· Globalisering og útbúgving

Í seinastuni hevur verið tosað nógv um globalisering, har serliga hevur verið fokuserað uppá vinnu og handil. At heimurin gerst minni dag fyri dag er ein sannroynd, ið vit mugu laga okkum eftir. Henda tillaging má ikki bara henda í vinnuni, men so sanniligani eisini innan tað almenna, og útbúgvingarpolitikkur má tillagast veruleikan, sum hann sær út í Føroyum anno 2005.

Tað er í fínasta lagi, at vinnulív brynjar seg til møguleikarnar og vansarnar, ið globaliseringin hevur við sær, men tað nyttar ikki nógv, um vit halda fram við at hava eina skipan, ið favoriserar danskar útbúgvingar og danskar umsitingarmannagongdir.

Hetta merkir, at vit skulu góðtaka gradir á líka fót við danskar, tá størv skulu setast í m.a. umsitingini. Man hevur fyrr sæð, at normerað lesnaðartíð hevur havt ávirkan á hvørja løn, ein nýansettur fulltrúi hjá landinum fær. Hetta er burtur úr vón og viti, tí ein Bachelor ella Masters grad frá einum universiteti úr Fraklandi, Týsklandi, USA, Stórabretlandi ella, fyri tað, Singapore stendur einki aftanfyri eina danska grad, og merkir ein styttri normerað tíð í flestu førum, at hesi fólk bert hava havt eina strammari lesiplan, enn í Danmark. Um so er, at onkur kiksari er við onkrari grad, ið ikki er nýtilig í Føroyum, so verða starvsfólk ivaleyst leypandi vigað í okkara umsiting, at slíkt skjótt verður uppdagað, og so kann man rætta mistakið.

Ikki tí, at tað er nakað galið við donskum útbúgvingum sum so, útyvir at donsk lesandi statistiskt sæð brúka longri tíð um útbugvingarnar enn í grannalondunum og eru millum tey elstu í heiminum, tá ið tey eru liðug. Danskar útbúgvingar standa helst einki aftanfyri so nógvar aðrar, men um Føroya land skal kunna beganga seg í heiminum í víðastu merking, so er neyðugt við fólki, ið hevur fjølbroytta bakgrund. Tað má ikki verða so, at øll hava somu gradir úr somu londum.

Arbeiðið, sum altjóða skrivstovan undir Mentamálaráðnum ger, er tí sera virðismikið. Tað fer av søguligum orsøkum helst at verða so nógv ár framyvir, at flestu føroyingar taka víðari útbúgvingar í Danmark. Hetta er økonomiskt skilagott og liggur væl fyri málsliga, men arbeiðið, sum m.a. verður gjørt undir Mentamálaráðnum at fáa føroyingar út í heimin at lesa, kann koma at merkja nógv fyri okkum í framtíðini. Tað er umráðandi, at vit uppá sikt koma at hava fólk við gradum úr fleiri londum í hvørjum einasta armi av okkara almenna apparati. Hetta vil stimbra fakligt kjak og vil forða fyri einstáttaðari tulking av gongdini og meira týdningarmikið vil hetta forða fyri ókritiskari lógar- og kunngerðarkopiering, sum vit tíverri síggja ov nógv av í hesum døgum. Vit eiga at minnast til, at ein útbúgving úr einum ávísum landi ikki bert umfatar tað reint tekinska, men eisini mátan at hugsa uppá og umsita uppá.

Fyrsta stig í hesum er, at man beinir alt burtur, sum beinleiðis forðar fyri javnsetan millum gradir úr ymiskum londum, so at t.d. ein Masters grad frá Cambridge ella Oxford verður javnsett við eina Masters úr Keypmannahavn ella Roskilde. Eingin verður verri fyri av javnsetan, og tað er umráðandi at tyssið av ungdómi, ið skal taka við í hesum landinum, uppá sikt verður so fjølbroytt sum gjørligt.

Sosialurin