Seinnapartin í gjár hendi eitt ferðsluóhapp á Toftum, har ein bilur koyrdi á eitt prutl.
Drongurin á prutlinum fekk ávísar snuddir bæði á kropp og andlit og var fluttur á Landssjúkrahúsið.
Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at bilurin koyrdi tvørtur um vegin og snaraði inn fyri prutlið, tá óhappi hendi.
Hetta málið verður kanna nærri, men fyribils er bilførarin skuldsettur í málinum, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.











