hevur 12 stig, og ÍBV hevur 16 stig undan trimum teimum síðstu umførunum. Talan er um tveir beinleiðis niðurflytarar. Fram og Fylkir skuldu í gjárkvøldið spæla síðstu uppgerðina í 15. umfarinum. [...] ÍSLAND Føroyska íslettið var ikki so ógvuliga stórt sunnudagin, tá ið fimtanda umfarið í Íslandi varð avgreitt. Bæði Símun Samuelsen og Rógvi Jacobsen vórðu skiftir inn í 2. hálvleiki. Símun kom á vøllin [...] Jacobsen spældi síðsta korterið, tá ið KR á heimavølli vann 3-1 á Grindavík. Hóast tað resta trý umfør, so hevur FH longu endurvunnið meistaraskapin. Sunnudagin høvdu teir á Hafnafirði vitjan av Vali úr Reykjavík
tvímansleiki. Ja, vit kunnu vóna, at hetta er eitt ættarliðsskifti, sum er farið fram. Tað er tað, sum vit hava roynt at arbeitt fram ímóti, vit mugu bara vóna, at hetta er framtíðin fyri okkum. Vit mugu eisini [...] Sandwick: Millum teirra, sum fegnaðist um øll heiðursmerkini hjá føroysku borðtennisspælarunum í Hetlandi, var fleifaldi føroyameistarin Petur Niclasen. Hann var við sum ein av leiðarunum á ferðini til [...] tá ið kappingin var av fríggjadagin. Hetta er ein stórur dagur. Vit hava ongantíð fyrr fingið eitt so gott úrslit á Oyggjaleikum, segði Petur Niclsen. Stóri vinnarin á liðnum var 21 ára gamli Thomas Rasmussen
»skravumyndir«. ? Tá eg sigi, at tað er at líkna við radering, so er tað tí, at eg skravi í plátuna, sum eg máli á. Tá vit tosa um radering, so er tað prent. Men tað er tó ikki í hesum føri, sigur Amariel [...] Konan, Marianna, er ættað úr Mikladali, tó at familja hennara flutti til Klaksvíkar. Amariel sýnir fram 29 listarverk, harav fýra akvarellir, sum eru skitsur, hann brúkar til at arbeiða víðari við. Framsýningin [...] við Amariel Norðoy er tann fjórða í Galleri Focus, sum lat upp fyrr í heyst. Tann fyrsti, ið sýndi fram har var Bárður Jákupsson. Síðani var Eyðun av Reyni og seinast Jóna Rasmussen. Framsýningin hjá Amariel
og Frits Johannesen at sýna fram í Galleri Epoke í Vejle. Talan er um eina rættiliga stóra framsýning, ið frá 25. í hesum til 22. februar. Øssur Mohr sýndi síðsta summar fram í Galleri Epoke saman við tveimum [...] setti seg so aftur í samband við hann. ?Tey ringdu til mín og søgdu, at tey ætlaðu at hava eina framsýning úr Føroyum og Íslandi, og tey bóðu meg finna eitt listafólk afturat í Føroyum. Eg spurdi so Frits
liðið hevur tapt tveir dystir, síðani FIFA listin seinast varð almannakunngjørdur, so er liðið farið fýra pláss fram. Á listanum fyri juni eru Føroyar sostatt á einum 119. plássi. Fyri tveimum mánaðum [...] nýggi Olsen-bandin hjá teimum reyðu hevur fingið góð úrslit seinasta árið, meðan tað sama so avgjørt ikki kann sigast um norðmenn. Annars er oddurin á styrkislistanum at kalla óbroyttur, eftir at Frakland nú [...] mánaðum síðani var støðan annars tann, at Føroyar vóru nummar 115, men í mei fóru fleiri aðrar tjóðir fram við okkum, tá hesar fingu góð úrslit, meðan okkara ikki spældu. Danmark aftur fremst Í norðurlendskum
legði í gjár álitið um nýskipan av fiskivinnuni fram. Álitið kallast "Ein nýgg og varandi fiskivinnuskipan fyri Føroyar". Í arbeiðssetninginum hjá nevndini stóð, at eitt tilmæli um eina marknaðargrundaða [...] gerast. Hóast eitt tilmæli bleiv umbiðið, so kom nevndin við tveimum uppskotum. Orsøkin til tess, sigur Johnny í Grótinum, var tann, at nevndin var ikki heilt samd um hvussu ein uppboðssøla skuldi skipast
einaferð skapt iva um, hvørt stóra stjørnan á liðnum, Dimitar Berbatov, heldur fram í Tottenham eftir summarsteðgin. - Um eitt felag vil leggja nóg nógvar pengar á borðið fyri Berbatov, so rokni eg við, at [...] at hann verður seldur, men vit eru sera fegnir um at hava hann í felagnum, sigur Tottenham-venjarin. Hildið verður, at Tottenham skal hava 300 milliónir í kassan fyri at selja Berbatov.
Eg hugsi als ikki um at gevast sum venjari. Heilsan hjá mær er góð, og eg havi hug at halda fram. So leingi tað gongur væl hjá mær og liðnum, er einki trýst á mær um at gevast, sigur Ferguson við News [...] Tað verður javnan tosað um, nær Sir Alex Ferguson gevst sum venjari í Manchester United. 66 ára gamli ætlaði at gevast fyri seks árum síðani, men angraði avgerðina og er framvegis venjari í United. - Eg
samráðingar um nýggjan sáttmála til portugisan, sum í løtuni verður roknaður sum heimsins besti spælari. Sambært enskum miðlu, so er kravið hjá Ronaldo, at hann skal hava 1,5 milliónir krónur um vikuna, um hann [...] hann skal halda fram í felagnum. – Tað er vanligt, at sáttmálin hjá einum spælara endurspeglar avrik hansara. Vit skulu tosa við Manchester United, men enn er ein fundur ikki ásettur, sigur umboðsmaðurin
at síggja dømi um spurningar, sum vóru settir næmingunum í PISA kanningini 2006. Nógv orðaskifti hevur verið um, hvussu uppgávurnar í PISA 2006 vóru umsettar. Eitt nú hevur verið ført fram, at uppgávurnar [...] Mentamálaráðið hevur tí gjørt av at leggja nakrar av uppgávunum frá PISA 2006 út á netið, so ein og hvør sjálvur kann døma um umsetingina av PISA-uppgávunum. Uppgávurnar eru at finna HER!