Nú ber til hjá einum og hvørjum at síggja dømi um spurningar, sum vóru settir næmingunum í PISA kanningini 2006. Nógv orðaskifti hevur verið um, hvussu uppgávurnar í PISA 2006 vóru umsettar. Eitt nú hevur verið ført fram, at uppgávurnar helst vóru á einum máli, sum næmingarnir ikki skiltu.
Mentamálaráðið hevur tí gjørt av at leggja nakrar av uppgávunum frá PISA 2006 út á netið, so ein og hvør sjálvur kann døma um umsetingina av PISA-uppgávunum.
Uppgávurnar eru at finna HER!<a>