FRAMSÝNING
Saman við tveimum íslendskum listafólkum fara teir báðir Øssur Mohr og Frits Johannesen at sýna fram í Galleri Epoke í Vejle.
Talan er um eina rættiliga stóra framsýning, ið frá 25. í hesum til 22. februar.
Øssur Mohr sýndi síðsta summar fram í Galleri Epoke saman við tveimum dønum, og tey setti seg so aftur í samband við hann.
?Tey ringdu til mín og søgdu, at tey ætlaðu at hava eina framsýning úr Føroyum og Íslandi, og tey bóðu meg finna eitt listafólk afturat í Føroyum. Eg spurdi so Frits Johannesen, sum eg havt framsýningar við áður, sigur Øssur Mohr.
Teir báðir, Frits og Øssur, eru kendir í Førum. Øssur leggur seg meira eftir ekspressivum landslagsmyndum. Frits nýtir serliga tónleikin til at mynda sína list sum motiv og symbol.
Íslendsku listafólkini eru Liné Ringtved Thordarsons og Helga Kristmundsdóttir, sum sýna ávíkavíst landslagsmálningar og skulpturar.
Fernisering
Leygardagin verður fernisering, og øll listafólkini vera við.
Í hesum sambandi hava Øssur og Frits syrgt fyri, at føroyskar sangur verður at hoyra.
Ein lítil sangbólkur mannaður við Daisy Johannesen, Janet S. Jacobsen og Annvør Abrahamsen fer at syngja norðurlendskar sangir. Jóannes Nolsøe fer at spæla undir.
Frits og Øssur vóna, at nógvir føroyingar í økinum koma á gátt í Galleri Epoke.










