Berbatov kann seljast

Tottenham hevur styrkt sær hópin við kekkiska spælaranum Luka Modric, og tað hevur enn einaferð skapt iva um, hvørt stóra stjørnan á liðnum, Dimitar Berbatov, heldur fram í Tottenham eftir summarsteðgin.

- Um eitt felag vil leggja nóg nógvar pengar á borðið fyri Berbatov, so rokni eg við, at hann verður seldur, men vit eru sera fegnir um at hava hann í felagnum, sigur Tottenham-venjarin. Hildið verður, at Tottenham skal hava 300 milliónir í kassan fyri at selja Berbatov.