Tað verður javnan tosað um, nær Sir Alex Ferguson gevst sum venjari í Manchester United. 66 ára gamli ætlaði at gevast fyri seks árum síðani, men angraði avgerðina og er framvegis venjari í United.
- Eg hugsi als ikki um at gevast sum venjari. Heilsan hjá mær er góð, og eg havi hug at halda fram. So leingi tað gongur væl hjá mær og liðnum, er einki trýst á mær um at gevast, sigur Ferguson við News of the World.











