FH er longu meistari

Teir á Hafnafirði tryggjaðu sær meistaraheitið, tá ið teir vunnu á heimavølli móti Vali, sum framvegis er næstfremst

ÍSLAND

Føroyska íslettið var ikki so ógvuliga stórt sunnudagin, tá ið fimtanda umfarið í Íslandi varð avgreitt. Bæði Símun Samuelsen og Rógvi Jacobsen vórðu skiftir inn í 2. hálvleiki. Símun kom á vøllin í Keflavík beinanvegin eftir steðgin, tá ið Keflavík tapti 1-0 móti ÍA, og Rógvi Jacobsen spældi síðsta korterið, tá ið KR á heimavølli vann 3-1 á Grindavík.
Hóast tað resta trý umfør, so hevur FH longu endurvunnið meistaraskapin. Sunnudagin høvdu teir á Hafnafirði vitjan av Vali úr Reykjavík, sum er næstovast. FH vann 2-0. Tað bar við sær, at teir hava 45 stig. Valur hevur 31, og tað eru bara trý umfør eftir at spæla. Harvið er greitt, at FH er meistari.
Tað er eisini greitt, at bæði KR og Keflavík fara at halda fram í bestu deildini. Þróttur tapti 2-0 í Oyggjunum, og harvið eru møguleikarnir hjá teimum at endurnýggja uppihaldsloyvið í bestu deildini rættuliga smáir. Grindavík tapti 3-1 á útivølli móti KR, og teir eru eisini illa fyri. Þróttur hevur 10 stig, Grindavík hevur 12 stig, og ÍBV hevur 16 stig undan trimum teimum síðstu umførunum. Talan er um tveir beinleiðis niðurflytarar.
Fram og Fylkir skuldu í gjárkvøldið spæla síðstu uppgerðina í 15. umfarinum.