Sandwick: Millum teirra, sum fegnaðist um øll heiðursmerkini hjá føroysku borðtennisspælarunum í Hetlandi, var fleifaldi føroyameistarin Petur Niclasen.
Hann var við sum ein av leiðarunum á ferðini til Hetlands, og hann var fegin, tá ið kappingin var av fríggjadagin.
Hetta er ein stórur dagur. Vit hava ongantíð fyrr fingið eitt so gott úrslit á Oyggjaleikum, segði Petur Niclsen.
Stóri vinnarin á liðnum var 21 ára gamli Thomas Rasmussen, men hóast sín unga aldur var hann næstelsti spælarin á liðnum. Kjartan Eli Hentze er nakað eldri, men hini trý, sum royndu seg í kappingini, eru øll yngri.
Besta úrslitið nakrantíð
Men hóast hetta eydnaðist føroyska liðnum at vinna bronsumerki í liðkappingini, og hartafturat kláraðu Thomas Rasmussen og Kjartan Eli Hentze at draga heiðursmerki í land í bæði einmansleiki og tvímansleiki.
Ja, vit kunnu vóna, at hetta er eitt ættarliðsskifti, sum er farið fram. Tað er tað, sum vit hava roynt at arbeitt fram ímóti, vit mugu bara vóna, at hetta er framtíðin fyri okkum.
Vit mugu eisini vóna, at úrslitini á Oyggjaleikunum kunnu smitta av upp á ítróttin heima. Danir hava til dømis upplivað, at nú teir vunnu europameistaraskapið fyri lið, eksploderaði limatalið í feløgunum, so vónandi kunnu vit eisini fáa okkurt burtur úr hesum úrslitinum, segði Petur Niclasen.