Fýra pláss fram

Eftir stóra fallið í mei mánaði hava Føroyar nú aftur tikið seg fýra pláss fram á styrkislistanum hjá FIFA

 

Fótbóltur


Hóast føroyska fótbóltslandsliðið hevur tapt tveir dystir, síðani FIFA listin seinast varð almannakunngjørdur, so er liðið farið fýra pláss fram.

Á listanum fyri juni eru Føroyar sostatt á einum 119. plássi. Fyri tveimum mánaðum síðani var støðan annars tann, at Føroyar vóru nummar 115, men í mei fóru fleiri aðrar tjóðir fram við okkum, tá hesar fingu góð úrslit, meðan okkara ikki spældu.


Danmark aftur fremst

Í norðurlendskum høpi kann nú staðfestast, at Danmark aftur eigur sterkasta landsliðið. Seinastu árini hava annars bæði norðmenn og sviar verið framman fyri danir í hesum, men nýggi Olsen-bandin hjá teimum reyðu hevur fingið góð úrslit seinasta árið, meðan tað sama so avgjørt ikki kann sigast um norðmenn.

Annars er oddurin á styrkislistanum at kalla óbroyttur, eftir at Frakland nú hevur yvirtikið fremsta sessin.

Niðanfyri framganga tíggju tey ovastu londini á styrkislistanum saman við norðurlendsku umboðunum. Tølini í klombrum eru styrkismetingarnar frá mei mánaði.


1 Frakland (1)

2 Brasilia (2)

3 Argentina (3)

4 Italia (4)

5 Portugal (5)

6 Spania (6)

7 Kekkia (7)

8 Týskland (9)

9 Holland (8)

10 Paraguei (10)

16 Danmark (20)

18 Noreg (17)

21 Svøríki (21)

52 Ísland (55)

59 Finnland (57)

119 Føroyar (123)