Í morgin, fríggjadagin 4. oktober, letur Ameriel Norðoy upp listaframsýning í Galerie Focus í Havn.
Mikladalur er tema fyri hesi framsýning.
Amariel er hugtikin av tí skiftandi ljósinum. Arbeiðshátturin, hann brúkar er at líkna við radering ? Amariel kallar myndirnar »skravumyndir«.
? Tá eg sigi, at tað er at líkna við radering, so er tað tí, at eg skravi í plátuna, sum eg máli á. Tá vit tosa um radering, so er tað prent. Men tað er tó ikki í hesum føri, sigur Amariel.
Amariel Norðoy hevur serligan alsk til Mikladal, og er javnan í Mikladali, har hann hevur summarhús. Konan, Marianna, er ættað úr Mikladali, tó at familja hennara flutti til Klaksvíkar.
Amariel sýnir fram 29 listarverk, harav fýra akvarellir, sum eru skitsur, hann brúkar til at arbeiða víðari við.
Framsýningin við Amariel Norðoy er tann fjórða í Galleri Focus, sum lat upp fyrr í heyst. Tann fyrsti, ið sýndi fram har var Bárður Jákupsson. Síðani var Eyðun av Reyni og seinast Jóna Rasmussen.
Framsýningin hjá Amariel Norðoy í Galerie Focus í Gríms Kambans Gøtu 20 í Havn verður frá 4. til 19. oktober og opið er týsdag til fríggjadag kl. 14 til 18, leygardag kl. 16 til 18. Fernisering er fríggjadag 4. oktober kl. 16 til 18.