Her kanst tú lesa nýskipanaruppskotið

Álitið frá arbeiðsbólkinum, sum hevur gjørt uppskot um nýskipan av fiskivinnuni, kann lesast her

Fiskivinnunýskipanarbólkurin legði í gjár álitið um nýskipan av fiskivinnuni fram.

Álitið kallast "Ein nýgg og varandi fiskivinnuskipan fyri Føroyar".

Í arbeiðssetninginum hjá nevndini stóð, at eitt tilmæli um eina marknaðargrundaða skipan skuldi gerast. Hóast eitt tilmæli bleiv umbiðið, so kom nevndin við tveimum uppskotum. Orsøkin til tess, sigur Johnny í Grótinum, var tann, at nevndin var ikki heilt samd um hvussu ein uppboðssøla skuldi skipast og tí kom hon við tveimum tilmælum til eina marknaðargrundaða skipan.

Her kann nýskipanaruppskotið lesast