frágreiðingin frá teimum tí skal metast sum ein stuðul undir kæruni til landsstýrismálanevndina. Hetta verður nú ikki einasta tilfar, sum verður til taks fyri myndugleikarnar undir viðgerðini av landsverkfrøð [...] eisini vildu tað. Hetta, siga tey trý fakfeløgini, er nú eisini farið fyri bakka. Finnur Helmsdal var ikki nøgdu við svarið, sum løgmaður gav honum uppá fyrispurningin um handfaringina av málinum, og tí er [...] at ongar broytingar verða framdar á stovninum uttan starvfólkini og fakfeløg teirra eru tikin upp á ráð. Uppleggið frá fakfeløgunum er nú komið, og hósdagin í næstu viku, kemur stovnslýsingin frá starvsfólkunum
num upp til flettingar, men í ár verður ikki tikið ímóti færri enn 25 seyðum frá hvørjum bónda, verður sagt úr Hósvík. Vanligi flettingarprísurin er 150 krónur fyri seyðin, men vilja fólk ikki hava høvd [...] tá menn eru nøgdir við vektina. Tó so, ikki allir halda flettingina vera so spennandi. Talan er um bøndur, ið kanska hava fleiri hundrað seyðir at fletta. Men ráð eru fyri tí. Sláturvirkið meira arbeiði [...] týdninginum í huga, eins og teir ikki vilja missa flettikynstrið burtur. Sum er, verða tríggir mans settir at taka sær av at fletta seyð burturav. Tveir teirra arbeiða ikki á virkinum hinar ársins tíðir,
Og so slætt, at tað fer ikki dropin úr kaffikrússinum, tá ið eg fari upp og fylli mær uppí. Salongin er full av fólki. Kvøðuljómarnir sjongra úr hátalaranum. Við bakinum til mín situr ein lastbilaførari [...] síðsta er eitt skot til mín. Havnarmannin. Ein jobbsamrøða hevur tikið seg upp við eitt av borðunum. Ein av landsins fremstu vinnulívsmonnum hevur hitt ein gamlan kenning, sum hann ikki hevur sæð í longri [...] koyra beina leið til Havnar ? uttan at tala eitt orð við nakran. Í øldir hava farsundini knýtt fólk saman, og umborð á ferjunum krossast gøturnar hjá øllum møguligum fólki. Summi á veg til arbeiðis ella í
herfyri. Men tó heldur hann ikki, at tað stendur so illa til, sum hann vil vera við. Birgir Danielsen vísir millum annað á, at vit hava ein niðurslitnan fiskiflota, ið ikki hevur ráð at endurnýggja seg. Men [...] hann als ikki ætlat sær at spæla hazard við vælferðini hjá Føroya fólki, fyri at náa fullveldinum. Hann vissar um, at føroyingar skulu kenna seg púra tryggar í hesum. Annfinn Kallsberg ætlar sær ikki, at [...] Men Annfinn Kallsberg vísir á, at hetta heldur ikki ber til, um vit varveita blokkin. Konstruktiv ósemja Flest øll vita, at Birgir Danielsen er limur í Fólkaflokkinum. Sama er galdandi fyri Bjarna Djurholm
Og hvar endar Phillips, tá og um tað verður uppkeypt av Chevron, ið ikki er virkið á Føroyaøkinum? Norsk Hydro! Og nú Saga ikki er til longur men partur av Norsk Hydro, hvørja avgerð fer Hydro tá at taka [...] at senda fólk til Føroya, tá tað gjørdist greitt, at danir vildu lata føroyingar yvirtaka undirgrundina. Men seinni tók felagið følihornini til sín aftur. Hetta av orsøkum, sum kortini ikki beinleiðis høvdu [...] nevniliga Total (Fina) og Anadarco og nú helst ELF eisini sum partur av Total-Fina? Tað skal ikki tað stóra hugflogið til fyri at síggja, at Norsk Hydro er í einum dilemma, nú tað skal velja millum The Faroes
seint fór at gloyma og sanniliga ikki ynskti at uppliva aftur. Fyri tað fyrsta, so var hond ikki tikin í nakað, eingin fór til arbeiðis, eingin fór til útróðurs ella til annað arbeiði. Á hvørjum húsahorni [...] á aðrar danskar politikkarar. Stavad er sanniliga ikki tann einasti, sum hevur givið til kennar, at talan ikki verður um eina skiftistíð upp á 15 til 20 ár. Tað hava aðrir eisini nevnt m. a. Poul Nyrup [...] støða til loysingina skilti teir at fyri lívið. Eitt annað, sami maður hevði bitið merkið í, var, at menn, sum annars vóru hampamenn, knappliga skiftu ham og gjørdist sum vargar. Hóast vit enn ikki hava
lastýrið. -Føroya Lærarafelag kann bara geva teimum tey ráð at fáa hetta uppá pláss, nú fíggjarlógin er til viðgerðar. Við at økja játtanina til fólkaskúlan, kann løgtingið loysa málið sigur Føroya Lærarafelag [...] eru orsøkin til hesa avgerð. Tað eru harafturímóti krøvini , ið eru ein fylgja av tí nýggju fólkaskúlalógini, sum hava fingið bikarið at flóta yvir. Myndugleikarnir vilja nevniliga als ikki tosa um hesi [...] at víðka um arbeiðsuppgávurnar, utan at teir fáa eyka tíð til hetta. Lærarafelagið sigur, at løgtingslimirnir, sum samtyktu lógina, lurtaðu ikki eftir ávaringunum um, at lógin fór at kosta meira enn fyrrv
September. Men tað skal takast við fyrivarni, tí tað er eisini neyðugt at passa sær løgir til terra. Tó ber heldur ikki til at bíða ov leingi, tí so fara teir at gima, tað er at teir eru klárir at brunda. Tá [...] minni. Tað ber til at bíða við at fletta veðrarnar til hálvan oktober, men so mugu teir takast. Tungir at tumma Verðar kunnu verða tungir at tumma, tí skinnið situr so fast. Summir vita tey ráð, at gera skinnið [...] Og hon er líkasum startskotið til ársins hugnaligastu dagar - í hvussu so er úti á bygd. Tí nú kemur raksturin og slaktið fyri og tað er altíð nakað heilt fyri seg. Ikki minst eru menn spentir uppá, hvussu
opnahjall, sjálvt ikki ringastu djórapínarar, serliga tá innihaldið einans skal vera tey Quislingahjørtu, sum Pálli ikki tørva, tí hann eftir øllum at døma frammanundan hevur serkunnleika til tey og tað hevur [...] niðurstøðu, sum svartabók sigur at Erlendur Patursson hevði, nevniliga at Tjóðveldisflokkurin hevði ikki ráð til pensiónirnar, tí tað gjørdi at hann mátti fáa enn meira at øsa og rumbla við, skuldu teir viga [...] Jákupsstovu til amerikanska »informing officer« um 16 tjóðveldismenn á tingi í 1958, ikki gjørdist verunleiki. Hvat er landasvik? Landasvik er framt í Natomálum sigur Páll. Hvat er so tað at fara til amerikumenn
Tølini fyri bilskaðar, hendir í fyrra hálvári 1999, eru ikki góð. Sambært skaðaskráseting hjá Tryggingarfelagnum Føroyum vóru fráboðaðu skaðarnir 1.832 í tali. Fyrra hálvár 1998 var talið1.280. Talan er [...] Sagt verður ferð eftir ferð, at tíðirnar eru vorðnar betri, og at fólk av hesi orsøk m.a. hava betri ráð og stundir at koyra fleiri kilometrar. Men tað, sum er serliga ansvekjandi er, at fyri tey nevndu [...] hon er, men talan er kanska um eina keðiliga hugburðsbroyting, ið fer fram í góðum tíðum, og fólk ikki longur vanda sær nóg væl um materiellu virðini. Hervið økist vandin jú fyri óhappum og vanlukkum,