Hann ætlaði sær at læra av søguni sigur hann, men hesum er komin ein øgiligur hurlivasi burturúr.
Hvør okkara Trojaborg er, sum hesturin fullur av Quislingahjørtum skal setast í, stendur ógreitt. Men, sigur hann, tað er landasvik ikki at stuðla fullveldisloysnini og hon er jú Tjóðveldisflokkurin. So landið og Trojaborg er í hansara hugaheimi Tjóðveldisflokkurin.
Svar Orakulsins úr svarta hølinum (bókini) hevur hann stórar trupulleikar av at tulka, helst tí hann ikki hevur orkað ella dugað at lisið tað, hóast hann fekk tað á prenti.
Sirenusangurin, tøla skuldi Odysseus, hevur so ikki inspirerað hann, tí tað er hvørki »lifligt«, vakurt ella søtt, sum hann vindur úr sær heimkomin aftur. Heldur nøkur ræðulig ýl av blindari øði, sum tey frá Kyklopinum, tá Odysseus og hansara menn stungu ein gløðandi viðabul í einasta eygað og blindaðu hann heilt.
Markleys yvirvurdering
Tað má sigast at vera markleysa sjálvsyvirvurdering at javnseta Tjóðveldisflokkin við Trojaborg. Í mínum hugaheimi er hann meira átøkur einum opnahjalli av gomlum rotnum rimum, sum júst nú fekk ein skrástívara í annan skjøldurin, og vit vita øll, at tað hjálpir lítið at negla nýtt tilfar uppá gamlar rotnar rimar. Tað skinklar kortini niður aftur, og tá er nýggi skrástívarin longu sundurliðaður, tí hesar rotnu rimar draga hvør í sína ætt.
Hvør setur ross á stall í slíkan opnahjall, sjálvt ikki ringastu djórapínarar, serliga tá innihaldið einans skal vera tey Quislingahjørtu, sum Pálli ikki tørva, tí hann eftir øllum at døma frammanundan hevur serkunnleika til tey og tað hevur flokkur hansara helst eisini, tí enn hevur ongin umboðsmaður floksins harmast um orðini Quislingur, hóast teir allir vita, at tey kosta sera dýrt frammanfyri einum dómara.
Blóðpengar
Hevði Páll ynskt sera røtur heldur enn hjørtu, skuldu vit leska hann, tí honum kemur at tørva nógv at standa ímóti við, tá blóðpengapensionistarnir fara at varnast, at hann hevur somu niðurstøðu, sum svartabók sigur at Erlendur Patursson hevði, nevniliga at Tjóðveldisflokkurin hevði ikki ráð til pensiónirnar, tí tað gjørdi at hann mátti fáa enn meira at øsa og rumbla við, skuldu teir viga upp ímóti pensiónunum hjá Petur Mohr Dam. Ein niðurstøða hann segðist gera, tá spádómur hansara, Hanussar við Høgadalsá og Jákups í Jákupsstovu til amerikanska »informing officer« um 16 tjóðveldismenn á tingi í 1958, ikki gjørdist verunleiki.
Hvat er landasvik?
Landasvik er framt í Natomálum sigur Páll. Hvat er so tað at fara til amerikumenn ella bretar at biðja teir verja okkum framyvir og lata okkum pening afturfyri, sum Høgni Hoydal nú ber í uppskot.
Eg veri ikki tann, sum sigur, at tað at selja landið við afturvirkandi kraft er landasvik, tað er í besta føri naivitetur.
P. M. Dam bleiv løgmaður 5. januar 1959, tá var avgerð longu tikin um alla Nato útbygging. Óla Jákup Jensen fekk ótakksama leiklutin í 1957 at gera ítøkiligu avtalurnar um vegagerðirnar í samband við hesa Natoútbygging, men javnaðarmenn fingu ikki vitan um hetta fyrr enn á fyrsta samgongufundi í hesi nýggju samgongu í 1959. Ein vitan, sum sambandsmenn, fólkafloksmenn og gl. sjálvstýrismenn longu høvdu.
Men longu í apríl 1959 hevði løgtingið samtykt, við orðavali Marius Johannesen, »at taka til eftirtektar landsstýrisins (1954-58) avgerð um at loyva Nato útbygging við Radar- og Kommunikatiónstøð«.
So skjótt fingu javnaðarmenn tað uppá pláss - 2 1/2 mánað - at legalisera »tað sum svartabók sigur at Føroyar á ongan hátt kundu sloppið undan, havandi okkara strategisku støðu í huga. So Páll, har var onki stungið undir borðið.
Blóðmør ella budding
Svárt man tað kennast pensionistunum at svølgja at teir bert hava livað tí vit tóku ímóti blóðpengum. Serliga tá hesin »pástandur« kemur frá teim, sum hava stungið út í kortið, at vit í morgin taka fullveldi - senda tað aftur til Danmarkar - og taka so ímóti blóðpengum í 20 ár. Tá fáa vit ikki blóðpylsu - tí hana gera danir ikki - men blóðbudding við gullkornum í 5 dagar um vikuna.
Og hetta skulu vit kalla fullveldi. Eg vildi heldur kallað hettar pútugjald, fyri at nýta terminologi Pálls í Reynatúgvu.
Blinda eygað
Meðan tjóðveldismenn eftir skriving Pálls eru einoygdir hevði Petur Mohr Dam tvey eugu, annað var kortini blint, sigur Páll, men tað er beinleiðis lygn, men rætt er at P. M. Dam ikki metti tað gera stórvegis mun, um Troposcatterstøðin var amerikonsk støð ella Natostøð, so leingi tað var sama endamál sum løgtingið samtykti í 1959 og so leingi hetta fór fram inni á somu Natostøð á Sornfelli. Hann ásannaði tí eins og Erlendur Patursson, at hóast vit ikki høvdu endaliga avgerðarrættin í uttanríkis- og verjumálum, so høvdu vit rætt til at mótmæla. Og tað gjørdi P. M. Dam so sanniliga. Hann vendi ongantíð blint eyga til nakað Nato virksemi. M.a. mótmælti hann hjá H. C. Hansen, í danska javnaðarflokkinum og í Føroyum.
Men vit kunnu so spyrja hvør vendi blint eyga til Nato - ella amerikanskt virksemi næstu fýra árini 1963-67.
Útbyggingin á Eiði helt fram við nýggjum byggiloyvi, vælsignað úr Tinganesi, virksemið í Mjørkadali minkaði ikki og broytingar á sjálvstýrisleið komu ongar burtursæð frá, at vit yvirtóku jólaheilsurnar.
Men hesi blindu eygu vóru so helst eisini orsøkin til, at tjóðveldismenn gjørdust so skitzofrenir, at tað brast innanhýsis.
Rokni við at tú Páll, fært okkurt shokk ella stórt vónbrot, tá einaferð CIA-pappírir í USA verða tilgongd, og tú sært hvørjir informantar vóru í Føroyum, og hvørjir teirra vóru tjóðveldismenn.
Skal svartabók tigast í hel
Nei Páll, vit hava onga orsøk til at vera kúrrir um »Hernaðarfrágreiðingina«, men hvat tú helst ikki hevur gjørt, tað gjørdi eg, eg gjørdi mær ómak at lesa hana áðrenn eg tók pennin. Tí kann eg siga, at skriving tín als ikki svarar til niðurstøðurnar, dragast kunnu úr bókini.
Í og fyri seg er bókin forvitnislig, bæði tí hon er óvanlig fyri føroyingar, sum ikki eru vanir við at fáa í hond føroyskt vísindaligt arbeiði, og tí at hon viðger ein altjóða problematikk har Føroyar bert eru ein evarska lítil finna, hóast vit hvør sær leita eftir onkrum at sláa hvønn annan í høvdið við, hóast tað er fullkomuliga uttan týdning fyri altjóða problematikkin.
At vit eiga fólk, sum kunnu luttaka í slíkum kanningararbeiði, er stórt framstig, so hóast tilfarið er lítið og verður nýtt í so nógv upp í saman, bæði av Jákupi Thorsteinssyni og Sámali Johansen í eini alt ov langari frágreiðing, so hevur hon ikki ta niðurstøðu sum Tjóðveldisflokkurin hevði ynskt og longu hevur »útbasunerað«. Tvørturímóti.
Eftir mínum tykki fríkennir hon fullkomuliga P. M. Dam og javnaðarflokkin, men eftir stendur at mong skjøl eru eftir at taka støðu til, latið okkum fáa tey sum skjótast.
Frágreiðingin sýnir fram um alt, at vóru Føroyar suverenur statur í 1955, hevði okkara sjálvsavgerðarrættur verið tað sama sum einki. Amerikumenn høvdu tá haft kleyrað okkara land upp og niður, og framt munandi størri útbyggingar enn tær sum blivu framdar.
Okkara møguleiki fyri ávirkan var munandi størri í ríkisfelagsskapi, tí tá fingu vit møguleika fyri at krøkja okkum upp í skandinavisku støðutakanina.
Og tað er væl hetta tað snýr seg um. Eru okkara møguleikar fyri at taka egnar avgerðir størri í samvinnu við danir enn tá vit standa einsamallir í fullveldi mótvegis imperialistiskum státum, sum USA og Bretlandi og fyri tann skuld Ruslandi, um hetta mennir seg aftur, fyri ikki at tala um EEC.
Ætli mær seinni so sakliga sum gjørligt at ummæla hesa bók - sum tjóðveldismenn gjørdu svarta - men tað má vera á hægri støði (hvat orðavali viðvíkur) enn tað sum Páll á Reynatúgvu legði sum tokulúður í Sosialinum.
3.10.1999
Atli P. Dam