Jan Müller
Analysa
Sohvørt tað nærkast fyrstu útbjóðing á føroyskum øki er ikki bert stórur spenningur millum altjóða oljufeløg. Eisini føroyskir myndugleikar eru spentir um, hvørji oljufeløg og hvørjir bólkar fara at søkja um loyvi at bora, tá avtornar. Tá oljuprísirnir fóru í botn fyri góðum ári síðani fekk tað alt fyri eitt avleiðingar fyri fleiri oljufeløg. Smærri oljufeløg vórðu uppkeypt ella yvirtikin av teimum stóru risunum, og hóast oljuprísirnir í dag eru rættiliga høgir, so verða framvegis lutvíst stór oljufeløg gloypt av teimum heilt stóru. Hetta fer eisini at hava við sær broytingar, tá vit hyggja eftir tí føroyska økinum og áhuganum fyri tí. Og hetta var eisini nakað, sum varð tosað um í korridorunum á oljuráðstevnuni í Aberdeen, møtti tú umboðum fyri antin útlendsk oljufeløg ella føroyskar oljumyndugleikar.
Shell ikki við
Ein tann størsta broytingin er helst tann, at eitt av heimsins størstu oljufeløgum, Shell, herfyri gjørdi av at gevast við øllum virksemi á Føroyaøkinum. Shell verður neyvan heldur við í 19. rundu á bretskum øki.
Felagið hevur annars verið við í kanningunum her seinastu mongu árini og hevur brúkt væl av peningi. Tað var við í Lopransboringini, í umhvørvisarbeiðinum hjá GEM og annars í teimum kanningum, sum eru gjørdar á landgrunninum. Felagið hevur arbeitt saman við BP.
Tað er sjálvandi ilt at gita, hvør veruliga orsøkin er til, at Shell pakkar saman á landgrunninum. Men sjálvir hava teir so sagt, at teir hava gjørt eina meting av øllum sínum virksemi runt heimin og hava so gjørt av at satsa uppá ávís kend og bíligari øki heldur enn at skula fara út í nýggjar íløgur í einum fremmandum øki, har tað er djúpt og tískil verður dýrt at fara undir leiting. Hetta er so teirra forkláring.
BP Amoco kortini í góðum hýri
Hóast hetta so ætlar BP Amoco ikki at gevast, tvørturímóti prioriterar felagið Føroyaøkið sera høgt. Ein kann so spyrja hví? Eitt er tað, at ymisk oljufeløg meta ymiskt um tey ymsu økini og hugsa ymiskt. Og nú tá BP er so virkið skamt frá markinum kann tað jú hugsast, at felagið veit meira enn tey flestu um møguleikarnar okkaru megin.
BP Amoco, sum í dag telist millum størstu oljufeløg í heiminum, leggur í løtuni seinastu hond á yvirtøkuna av Arco, sum eisini er við á Føroyaøkinum. Tvs. at bretski oljurisin verður uppaftur størri. Hann hevur so eisini boðað frá, at tað er ikki óhugsandi, at dyrnar verða latnar upp fyri einum øðrum partnara at býta vágan og royndirnar við, nú Shell hevur takkað fyri seg. Eingin ivi er um, at BP Amoco við síni stødd og royndum megnar uppgávuna við Føroyar einsamalt. Men tað er so hetta at býta vága, gongst ikki eftir ætlan, sum kanska spøkir.
Tað er greitt, at BP, sum er operatørur (tvs. stendur á odda fyri) á bæði Foinaven og Shiehallion keldunum vestan fyri Hetland og sum hevur funnið aðrar møguligar oljukeldur eisini - Suilven og Conival beint við markið - hevur sera nógvar royndir og vitan um økið tætt við markið, og tískil má roknast við, at felagið eisini man hava varhugan av, hvat kann finnast í undirgrundini føroysku megin markið. Verður olja ella gass funnið á føroyskum øki, so er eisini hugsandi, at BP sær ein møguleika fyri einum infrastrukturi tvs. rørleiðingum á øllum økinum og tvørtur um mark. Ella við øðrum orðum, fund føroysku megin markið kann gera tað lønandi at gera í løgur í ein infrastruktur, (tvs. rørleiðingar) sum knýta keldur báðum megin markið saman.
Vit kunnu tí rokna við, at nettup BP Amoco Arco (Plus eitt annað stórt felag?) verður eitt av teimum mest svongu og kanska best fyrireikaðu til 1. útbjóðing.
Stórar broytingar
Stórar broytingar eru eisini í øðrum bólkum. Higartil hava eini 25 altjóða oljufeløg verið virkin á Føroyaøkinum. Tvs. at tey hava keypt upp allar seismiskar kanningar og sjálvi gjørt kanningar. Hesi feløgini hava verið skipað í umleið 7 bólkar.
Nú er so tað hent ella er við at henda, at feløg eru uppkeypt ella yvirtikin av øðrum: Fina er nú partur av Total - Arco verður skjótt partur av BP Amoco og Mobil av Esso. Norsk Hydro hevur keypt Saga. Fara vit bert eitt sindur longur aftur, so bleiv Union Texas uppkeypt av Arco. Og soleiðis kundi verið hildið fram.
Nú er tað so eisini komið fram, at Total-Fina keypa upp ELF. Her verður so talan um 4. størsta oljufelag í heiminum. Seinastu tíðindini siga, at Chevron er við at yvirtaka Phillips.
Henda gongd fer at ávirka verandi bólkar. Spurt kundi verið, hvussu verður við bólkinum Mobil í dag er í, tá felagið verður partur av Esso (Exxon) í næstum? Í bólkinum eru eisini Statoil og Enterprise. Og hvussu við bólkinum, har Esso er saman við Phillips og ELF - tá Mobil verður partur av Esso, og ELF av Total - og Phillips av Chevron? Hvar endar t.d. eitt so stórt felag sum Statoil, sum annars í mong ár hevur verið tilreiðar at fara undir boring á landgrunninum? Og fer ELF í Totalbólkin, fara so Esso (pluss Mobil) og Phillips at vera einsamøll ella fara tey at taka annað felag uppí? Og hvar endar Phillips, tá og um tað verður uppkeypt av Chevron, ið ikki er virkið á Føroyaøkinum?
Norsk Hydro!
Og nú Saga ikki er til longur men partur av Norsk Hydro, hvørja avgerð fer Hydro tá at taka? At verða verandi í bólki saman við Amerada Hess, Lasmo, Dong og Atlantic Petroleum? Ella fer felagið heldur at velja bólkin, sum Saga er (hevur verið) partur av, nevniliga Total (Fina) og Anadarco og nú helst ELF eisini sum partur av Total-Fina?
Tað skal ikki tað stóra hugflogið til fyri at síggja, at Norsk Hydro er í einum dilemma, nú tað skal velja millum The Faroes Partnership ella Total bólkin. Tí í báðum førum kann tað koma at kosta felagnum nógv at skula taka seg úr samarbeiðinum. Tó kann hugast, at tað man vera lættari at taka Saga úr Total-bólkinum og inn við sær í Faroes Partnership-bólkin. Skuldi tað hinvegin hent, at Hydro tekur seg úr verandi bólki og fer saman við TotalFina (ELF) og Anadarco, tá hevur felagið møguleika at gerast operatørur alt fyri eitt tvs. yvirtaka leiklutin hjá Saga. Hydroumboð hava fyrr sagt, at tey fegin síggja Hydro sum operatør á Føroyaøkinum og við egnari skrivstovu her. Og hana hevur Saga jú sum er. Tað skuldi verið lagamanni bara at flutt inn hjá Saga (tvs. hjá sær sjálvum) og so virkað sum operatørur herftir. Men hvat kostar at fara frá Amerada og hinum? Hvørjar eru bindingarnar? Og hvat við ?trumfinum? at hava eitt føroyskt oljufelag við í bólkinum? Um tað er ein trumfur tá avtornar? Ella kann Totalyvirtøkan av ELF vera ein ov góður biti at vísa frá sær? Man Norsk Hydro kanska síggja sær møguleikan at standa á odda fyri einum av teimum sterku bólkunum á føroyskum øki við TotalFinaElf og Anadarco?
Her mugu Hydrofólk sanna orðatakið: at tvinnir eru kostirnir, og hvørgin er mjúkur. Annars er tað eingin ivi um, at tað verður ein dyggur smeitur fyri hini feløgini í The Faroes Partnership, um Hydro tekur seg úr bólkinum. Hvørji feløg kunnu tá avloysa Hydro? Hevur bólkurin ?ráð? at missa Hydro uttan at fáa annað stórt felag inn ístaðin?
Mærsk bíðar eftir tí rætta høvinum
Og soleiðis kundi verið hildið fram at analyserað teir ymsu bólkarnar. Eitt nú kundi verið spurt, hvar danska Mærsk endar í øllum hesum. Tí at byrja við var Mærsk Olie og Gas saman við ikki færri enn trimum feløgum: Union Texas, Deminex og Fina. Síðani hendi tað, at Union Texas varð uppkeypt av Arco og Fina av Total. Deminex ber í dag heitið Veba Oil og heldur saman við Mærsk.
Tá treytirnar fyri 1. útbjóðing verða almennar fer Mærsk uttan iva at kjósa sær eitt ella fleiri stór oljufeløg at samstarva við. Ringt er at gita. Hvat við t.d. Agip, sum er virkið her? Italska felagið Agip hevur gott orð á sær og hevur verið við á føroyaøkinum leingi, tó at tað hevur hildið ein sera lágan profil til fyri nýliga. Í hesum døgum ger felagið serstakar kanningar á landi fyri egna rokning. Felagið er eitt av teimum stóru og solidu og arbeiðir saman við Marathon Oil á føroyaøkinum. Men helst fara hesi feløgini uppí ein annan bólk ella taka annað/onnur feløg uppí sín bólk. Tað hevur annars ljóðað, at ELF arbeiddi við ætlanum um at uppkeypa Agip. Nú ELF er vorðin partur av Total verður hetta helst av ongum
Texaco-bólkurin
Síðani er tað Texaco-bólkurin, sum fevnir um Texaco, Conoco og Murphy Oil. Fyrr var eisini Arco við. Og eitt skifti eisini Amoco. Tað hevur ljóðað, at onnur stór oljufeløg vóru sinnað at keypa Texaco, men enn er hetta ikki vorðið til nakað. Ilt er at meta, um hesi feløgini fara at leita sær eftir einum partnara at avloysa Arco. Bólkurin var so uppaftur sterkari nakað herfyri, tá eisini Amoco var partur av bólkinum. Annars verður Texacobólkurin mettur sum ein av teimum, ið hevur gjørt sítt heimaarbeiði væl, tá tað snýr seg um Føroyaøkið.
Gass
Hyggja vit eftir luttakarunum í GEM, so er eitt felag, sum enn ikki hevur verið partur av nøkrum ávísum bólki, og tað er British Gas. Nú tað verður tosað nógv um møguleikan at finna gass í økinum, kann tað hugsast, at hetta felagið bara bíðar eftir 1. útbjóðing og so fer uppí ein av verandi bólkum? BG er annars í dag eins nógv eitt vanligt oljufelag sum gassfelag.
Stóra amerikanska oljufelagið Chevron var eitt av teimum fyrstu at senda fólk til Føroya, tá tað gjørdist greitt, at danir vildu lata føroyingar yvirtaka undirgrundina. Men seinni tók felagið følihornini til sín aftur. Hetta av orsøkum, sum kortini ikki beinleiðis høvdu nakað við føroyaøkið at gera. Tað skilst, at felagið hevur stórar ætlanir á norskum øki í Norðsjónum nú tað er fram móti útbjóðing har. Men tað fylgir eisini væl við, hvat hendir á øllum Atlantsmótinum frá Miðnoregi og suður til Írlands. Nettup av teirri orsøk fylgir felagið eisini væl við gongdini í Føroyum. Og eftir tí sum blaðið skilur, so er ikki óvist, at felagið verður við í eini føroyskari útbjóðing. Men tað veldst so alt um treytir ol. Nú er so komið fram, at tað ætlar at keypa upp Phillips. Um Chevron tá hálar Phillips úr føroyaøkinum ella tað verður øvugt er spennandi at frætta.
Onnur liggja og bíða
Tað finnast hundraðtals fyri ikki at siga túsundtals oljufeløg kring heimin. Eins væl og tað er hugsandi, at onkur av verandi feløgum fara at taka seg aftur, tá útbjóðingin verður latin upp, er eisini møguleiki fyri, at onnur, sum ikki hava verið her áður, leggja eina bilett inn.
Vert er eisini at nevna bretska oljufelagið Dana Petroleum, sum eisini hevur eyguni við føroyaøkinum. Felagið samstarvar við Føroya Kolvetni, sum eisini hyggur sær eftir einum bólki at arbeiða saman við.
Hóast Shell hevur tikið seg aftur, so má kortini sigast, at tað eru fleiri av heimsins oljurisum, sum framhaldandi eru við í kapprenningini eftir fyrstu føroysku oljuni ella gassinum. BP Amoco, Esso, Phillips, ELF, Total, Agip, Texaco og Conoco - fyri bert at nevna nøkur - eru ikki ein og hvør í oljuhøpi.