Mikkjalsmessa er í nánd, og kring landið ganga menn kykir, nú flettingin stendur fyri durum. Flettingin kennist hjá mongum sum herðaklappið fyri stríðið, verið hevur av seyðinum. Sumtstaðni er sannur veitslurómur; undir øllum umstøðum tá menn eru nøgdir við vektina.
Tó so, ikki allir halda flettingina vera so spennandi. Talan er um bøndur, ið kanska hava fleiri hundrað seyðir at fletta. Men ráð eru fyri tí.
Sláturvirkið meira arbeiði
Sláturvirkið hjá búnaðarmonnunum er longu farið undir at fletta seyð, og væntandi kemur gongd av álvara á komandi viku.
Í fjør vórðu einir 900 seyðir flettir á Sláturvirki búnaðarmanna í Hósvík, og væntað verður, at talið í ár fer upp um túsund.
Áður hevur onki minstamark verið fyri talið á seyði, hin einstaki letur sláturvirkinum upp til flettingar, men í ár verður ikki tikið ímóti færri enn 25 seyðum frá hvørjum bónda, verður sagt úr Hósvík.
Vanligi flettingarprísurin er 150 krónur fyri seyðin, men vilja fólk ikki hava høvd og avroð við (?), lækkar prísurin 30 krónur. Stórbøndurnir, ið lata fleiri enn 100 seyðir inn, skulu einans gjalda 110 krónur.
Aftur í ár verður boðað frá, at skinnið eftir øllum at døma er virðisleyst. Tikið verður snøgt sagt ikki ímóti teimum í Hósvík
Ónøgdir við prísin
Hóast búnaðarmenninir sambært Ólavi Weihe, slátrara í Hósvík, tykast fegnir um at sleppa undan tungu arbeiðsbyrðuni, lata teir sjáldan alt fylgið upp í hendurnar á slátrarunum í Hósvík. Vanligt er at hava nakrar seyðir gangandi eftir at fletta sjálvir. Óivað við tí sosiala týdninginum í huga, eins og teir ikki vilja missa flettikynstrið burtur.
Sum er, verða tríggir mans settir at taka sær av at fletta seyð burturav. Tveir teirra arbeiða ikki á virkinum hinar ársins tíðir, men eru kortini kønir flettingarmenn.
Krovini verða seld gistingarhúsum og størri matvøruhandlum.
Úr Hósvík frættist, at hóast bøndurnir fegnast um tænastuna, eru summir heldur ónøgdir við prísin. Kortini verður vónað, at prísirnir fara at lækka sum frálíður. Enn gevur sláturvirkið hall, men arbeitt verður við at fáa meira at gera á virkinum, ið hevur orku til nógv størri virksemi.