Sátt og semja, meðan ákærurnar okkum lemja

Sátt og semja, meðan ákærurnar okkum lemja

Eg spurdi einaferð eldri mann, hvussu støðan var í hansara bygd undan fólkaatkvøðuni 14. sept. 1946. Hann svaraði, at tað avgjørt var ein tíð, hann seint fór at gloyma og sanniliga ikki ynskti at uppliva aftur. Fyri tað fyrsta, so var hond ikki tikin í nakað, eingin fór til arbeiðis, eingin fór til útróðurs ella til annað arbeiði. Á hvørjum húsahorni stóðu menn og umrøddu hesa góðu fólkaatkvøðu, verða skuldi. Men tað mest óhugnaliga, segði hann, var, at menn, sum frá barnsbeini høvdu verið vinmenn nú knappliga gjørdist arvafíggindar. Politikkurin og teirra støða til loysingina skilti teir at fyri lívið. Eitt annað, sami maður hevði bitið merkið í, var, at menn, sum annars vóru hampamenn, knappliga skiftu ham og gjørdist sum vargar.

Hóast vit enn ikki hava tikið nøkur nevnuverd politisk stig mótvegis einari loysing ella fullveldi, ella hvat teir velja at kalla barnið, so síggja vit longu eina atferð, sum minnir ikki heilt einki um tað, sum heimildarmaður mín greiddi frá.

Hetta er sum beint áðrenn kórið fer at syngja. Kórleiðarin skal finna rætta tónan og geva kórinum hann. Tónin er sligin ann. Men hóast kórið enn bíðar eftir kórleiðaranum, so hoyra vit nakrar djúpar og døkkar bassrøddir. Ein av Sandi og fleiri úr Havn.


Landasvíkjarar, quislingar og blóðpengar

Tjóðveldisflokkurin hevur seinastu tíðina rættiliga víst Føroya fólki á hvørjum støði, vit skulu rokna við, at orðaskiftið hereftir skal verða. ?Landasvíkjarar?, ?qusilingar? og javnaðarmenn og ?blóðpengar? hetta er nakað av tí orðavali, sum Tjóðveldisflokkurin hevur lagt til brots við, nú nakrar fáar dagar fyri aðalorðaskiftið.

Eg havi neyvan nakrantíð lisið greinar, sum hevur verið so gjøgnumsúrgaðar av hatri, sum tær, sum tingmenn hjá Tjóðveldisflokkinum hava skrivað seinastu dagarnar. Eitt er, at vit tingmenn verða ákærdir fyri bæði líkt og ólíkt, tí vit kunnu hóast alt royna at verja okkum, men verri er, at politikkarar, sum eru farnir frá hesum heimi fyri meira enn 30 árum síðani, kanska áðrenn greinskrivarin var føddur, verða lagdir undir tær mest alvorssomu ákærur, hugsast kunnu.

Tað kann eg siga tær, Páll á Reynatúgvu, at tað er sera ivasamt, um tú hevði verið verdur at bundið tveingjurnar hjá honum, sum tú nú ikki vil lata hvíla í friði undir grønum flagi. Hann kom forrestin eisini úr Sandoynni. Men gamalt er at siga, at munur er á monnum.

Eru tit tingmenn úr Tjóðveldisflokkinum greiðir yvir, hvussu tungar ákærur um landasvik eru? Eru tit greiðir yvir, at eitt samfelag, har aðrar hugsanir enn hjá teimum ráðandi ikki verða góðtiknar, er eitt vandamikið samfelag?

Kenna tit samfeløg aftur, har øll tey, sum ikki vóru samd við teimum ráðandi, vórðu skírd fyri svíkjarar og skaðilig?

Annars hevði tað einasta rætta verið, at Javnaðarflokkurin stevndi tykkum fyri ærumeiðing, men tað er fyri tað fyrsta at tilleggja tykkum ov nógvan týdning, og harnæst hava vit stórar politiskar uppgávur, vit skulu bæði brúka tíð og kreftir uppá.


Vit leggja teimum orðini í munnin

Javnaðarflokkurin innflytur danskar poltikkarar fyri at forða fullveldistilgongdina, siga teir, og so leggur Javnaðarflokkurin og kanska serliga formaðurin teimum orðini í munnin. Hann fortelur teimum, hvat teir skulu siga.

Eg havi verið á landsfundi hjá Javnaðarflokkinum seinastu 20 árini. Tað hevur aloftast verið soleiðis, at gestir frá hinum norðurlensku javnaðarflokkunum hava verið við. Javnaðarhugsjónin er ikki ein dunnuhyljahugsjón. Hon livir á altjóðastøði, og tí er tað fyri okkum púra náttúrligt eisini at samskifta við aðrar um okkara og teirra hugsjónir. Hetta hevur verið ein fastur táttur á okkara landsfundum. Av gestum úr Danmark seinastu árini kann eg nevna Poul Nyrup Rasmussen, Svend Auken, Ole Stavad (hevur verið fleiri ferðir), Sonja Mikkelsen og Hans Jørgen Jensen. Men vit hava eisini av og á havt gestir úr Svøríki, Noregi og úr Íslandi. Fyri okkum er hetta púra náttúrligt. Men fyri paranoidar tjóðveldismenn við skýklappum er her beinavegin talan um trojanskar hestar.

Sambandsflokkurin hevur eisini altíð gestir úr Vinstra, tá teir halda landsfund, og hvat skeivt er í tí?

Vit ætla okkum at halda fram við hesum uttan mun til, hvat dunnuhyljapolitikkurin hjá Tjóveldisflokkinum annars sigur.

Og meina tit veruliga, at danskir politikkarar, sum hava vunnið sær ráðharrasess ella framstandandi leiklut í flokkinum, lata sær siga, hvat teir skulu siga? Hvussu leingi yvirlivir tú, um tú bert tekur uppaftur tað, sum aðrir siga. Tað kunnu tit kanska best greiða frá.


Hví ræðast sannleikan?

Er tað at skaða fullveldiverkætlanina, at nøkur facts koma á borðið. Høgni Hoydal vildi vera við á fundi á Læraraskúlanum, at hetta var at leggja seg út í føroyskan politikk. Vit aðrir og eisini búskaparfrøðingar skuldu ikki siga tingini við teirra rætta navni, tí tað vildi eisini skaða møguleikarnar. Tað er eins og vit skulu lata fólkið liva í eini trúgv. Vit skulu fyrigikla teimum eitt ?Shangrila?.

Tað er ein ótrúligur veikleiki at renna undan sannleikanum.

Eg havi stóra virðing fyri teimum tjóðveldismonnum, sum vilja hava loysing og samstundis gjalda tann neyðuga prísin. Tað er ein erlig søk. Men eg kann ikki foreina meg við teir, sum vilja hava loysing og samstundis royna at billa øllum øðrum inn, at tað ongan prís hevur.


Skiftistíðin

Hví skulu danskir politikkarar ikki úttala seg um skiftistíðina? Hon er væl saktans minst líka viðkomandi fyri teir sum fyri okkum. Teir koma jú at gjalda blokkin í skiftistíðini. Tí dugi eg ikki at síggja nakað forgjørt í, at teir hava eina meining um hetta. Og hana duga teir at hava, uttan at eg skal siga teimum tað.

Hvat skuldi annars mítt motiv verið fyri, at skiftistíðin gjørdist so stutt sum gjørligt? Og er tað ikki at tilleggja mær evnir, sum eg ikki havi?

Skuldi eg møguliga havt ávirkan á danskar javnaðarmenn (kanska sum takk fyri valið av Bithe Weiss í fjør), hví skuldi eg so eisini havt ávirkan á aðrar danskar politikkarar. Stavad er sanniliga ikki tann einasti, sum hevur givið til kennar, at talan ikki verður um eina skiftistíð upp á 15 til 20 ár. Tað hava aðrir eisini nevnt m. a. Poul Nyrup Rasmussen (S), Anders Fog Rasmussen (V), Poul Nødgård (DF), Peter Skårup (DF), Margrethe Auken (SF), Henning Grove (KF).

Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum hevur nú lagt taktikkin um. Nú sigur hann, at hann ætlar ikki at loysa, og tað hevur hann ongantíð ætlað. Í einari samrøðu við Sosialurin ljóðar hann næstan sum um, at hann ætlar at søkja limaskap í Sambandsflokkinum. So nú hevur hann rættiliga ørkymlað veljaran. Vanliga hevur annars verið at hoyrt, at eingin veit, hvat Javnaðarflokkurin vil, men nú má sigast, at fáur veit, kanska ikki teir sjálvir, hvat tað er, sum Tjóðveldiflokkurin vil?


Man tað veruliga vera semju, tit vilja hava?

Men lat tað fara fyri fyrst. Annars leggur Høgni Hoydal nú upp til ta breiðu semjuna. Skilagott, sjálvt um hetta átti at verið gjørt fyri langari tíð síðan. Hann leggur upp til breiða semju í Uttanlandnevndini, og tað er eisini skilagott, hóast vit av ringum royndum vita, hvat tað merkir, tá loysingamenn leggja ráð saman. Tað kostaði andstøðuni formansskapin í nevndini á sinni.

Men eg má erliga siga, at eg haldi ikki, at tingmenn Tjóðveldisfloksins og aðrir við hava lagt upp til konstruktivt samstarv.

Tit hava lagt grundarlagið. Tit hava sligið tónan ann. Og skuldsetingar sum ?landasvíkjarar? og ?quislingar?, og at vit hava fingið ?blóðpengar?, er ikki nakað serliga gott útgangstøði fyri hvørki aðalorðaskifti ella breiðum semjum.


Keypmannahavn 1. okt. 1999

Jóannes Eidesgaard