At fletta seyð, tað so stuttligt er

Mikkjalsmessa var mikudagin.Og hon er líkasum startskotið til ársins hugnaligastu dagar - í hvussu so er úti á bygd. Tí nú kemur raksturin og slaktið fyri og tað er altíð nakað heilt fyri seg.

At fletta seyð, tað so stuttligt er....

Mikkjalsmessa var mikudagin.

Og hon er líkasum startskotið til ársins hugnaligastu dagar - í hvussu so er úti á bygd.

Tí nú kemur raksturin og slaktið fyri og tað er altíð nakað heilt fyri seg.

Ikki minst eru menn spentir uppá, hvussu veðrarnir fara at roynast.

Tí eitt er at fletta lomb og ær, men tað eru altíð veðrarnir, sum stjala myndina....Tað var serliga í Suðuroynni, at veðrahaldið tók seg upp, soleiðis sum vit kenna tað nú á døgum. Síðani hevur tað bara vundið uppá seg, og veðrahaldið er nú ein høvuðstátturin í seyðahaldinum í Suðuroynni.

Men so líðandi eru tey eisini farin at taka hendan táttin í seyðahaldinum upp aðrastaðni, og nú er tað als ikki óvanligt at hava veðrar norðanfjørðs.


Stór kapping

Men nú slepst ikki uttanum, at hjá summum er kapping komin í tað at hava veðr, og tað eru nú nógvir, sum gera heilt nógv burturúr fyri at fáa teir so stórar sum gjørligt.

Teir, sum leggja dent á at hava stórar veðrar, seta góð lomb við og føða tey av einslystum. Tey fáa so nógv, báði av hoyggi og av kraftfóðuri, sum tey orka. At fita teir eru eini vísindi heilt fyri seg, og nógv hava sína ávísu uppskrift uppá, hvussu mann fær tað at eydnast. Kraftfóðurið verður blandað í heilt ávísum blandingum.

Og tað eru eisini teir, sum ganga so høgt upp hetta, at teir halda tætt við, hvussu teir fóðra seyðin.

Men ein hevur tó latið leka út, at skalt tú hava feitan veðr, er tað alt um at gera, at geva honum fransbreyð, ikki rugbreyð.....

Annars ganga søgur um at teir allar ivrigastu geva veðrunum bæði putursukur fyri at fáa teir at fitna og nervatablettir fyri at halda teir róligar, so teir ikki skulu renna holdið av sær aftur. Ein bóndi, vit hava tosað við, heldur, at kraftfóður, sum verður givið í skýmingini, tá ið seyðurin er liðugur at eta fyri dagin, og leggur seg, hildnast betur enn tað, sum verður givið aðrar tíðir á degnum.


Heldur gott kjøt

Men tað eru verri enn so øll, sum taka lut í kappingini um at hava hesar ovurhonds stóru og feitu veðrarnar.

Tey flestu halda, at tey krovini eru ov feit. Tey vilja heldur hava gott kjøt, tó at tað vigar eitt sindur minni og tí halda aftur við kraftfóðrinum.

Ofta kann tað eisini knípa at fáa tey heilt stóru veðrakrovini turr.

Tey torna uttaná, men inni við bein verða tey ofta røst og herskin.

Summir skera skurðar í tjógvini, fyri at tey skulu torna betur, men tað aðrir lítið um. Summir lima krovið sundur, beint tá ið tað er skránað.


Gev veðrinum akvavitt

Gamalt er fletta veðrar á mikkjalsmessu, sum er 29. September. Men tað skal takast við fyrivarni, tí tað er eisini neyðugt at passa sær løgir til terra.

Tó ber heldur ikki til at bíða ov leingi, tí so fara teir at gima, tað er at teir eru klárir at brunda. Tá gongur herviligur roykur at teimum, serliga ímillum hornini. Tað setir eisini í kjøtið, so tað verður herskið og smakkar illa.

Gomul heimaráð eru at stoyta brennivín í veðrin, beint áðrenn hann verður flettur og so bíða eina løtu, til tað er komið runt við blóðinum. Tað skal taka gimasmakkin úr kjøtinum, sigst.

Aðrir siga, at er veðrurin farin at gima, er bara at bíða til lágætt verður aftur, tí so fer tað av teimum aftur, og so er ongin vandi fyri kjøtinum. Uppaftur aðrir siga, at líður út, er tað betri at taka veðrin upp ímóti fullmána, tí tá er vandin fyri giming minni.

Tað ber til at bíða við at fletta veðrarnar til hálvan oktober, men so mugu teir takast.


Tungir at tumma

Verðar kunnu verða tungir at tumma, tí skinnið situr so fast. Summir vita tey ráð, at gera skinnið vátt, so skal tað vera lættari at tumma. Onkrir vilja eisini vera við, at tað er verri at tumma, tá ið tað er kalt í veðrinum, men tað halda aðrir ikki, í hvussu so er ikki tá ið talan er um feitan seyð.

Yvirhøvur verður veðrakjøtið turkað, í hvussu so er gongulimirnir. Ryggjastykkini og hálsurin hava tey sum oftast ræst. Tær flestu síðurnar enda ræstar í ovninum. Men er talan um góðan, kjøtugan veðr, ella veðr við góðari fitu, tað er glarfitu og ikki tálgafitu- kunnu síðurnar eisini verða turkaðar. Viðhvørt verða tjógvini eisini stokt røst ella fesk. Ein máti er at saga tey fesk sundur til kotelettir, tað er eisini ein góður døgverði. Høvdið verður kókað ræst og avroðini annars tikin upp sum vanligt.


Sperðilin er nakað fyri seg

Eitt, sum brýtur frá í Suðuroy afturímóti norðanfjørðs, er, hvat sperðilin verður brúktur til.

Norðanfyri verður sperðilin fyltur við tálg og etin afturvið røstum fiski. Tað verður at kalla ikki gjørt í Suðuroy.

Flestu suðuroyingar leggja so stóran dent á sperðilin, at nógvir siga, at hann er eitt tað besta við øllum slaktinum.

Suðuroyarsperðilin, sum norðoyingar nevna tað, verður gjørdur á tann hátt, at tá ið hann er vendur, verður hann fyltur við kjøti, og kanska onkrum tálgarmola inn ímillum.

Tað, sum verður fylt í sperðilin, er sum oftast nýruni, lundini, tindin og annars bitar, sum verða skornir burturav ymsastaðni á krovinum fyri at nossla tað. Kjøtið verður skorið í smáar bitar og stroyddir við nøkrum tinnum av salti og so stungið í sperðilin.

Hann verður síðani hongdur upp at ræsa. Tá ið hann er passaligur, verður hann kókaður við væl av salti í løginum og etin til døgverða.

Summi steikja eisini sperðilin feskan og hava brúna sós afturvið


Loysir seg best

Veðrakjøt er sterkari enn kjøt annars, og tað dámar nógvum æl, og so er tað væl drúgvari.

Men serliga hjá teimum, sum ikki eiga so nógv, loysir tað seg væl at hava veðrar, tí tað er minst tvær ferðir so nógv slakt í einum veðri sum í einum lambi. Hava tey veðrar, kunnu tey sostatt minst tvífalda kjøtvektina.

Úti á bygd hava slaktið ikki bara týdning fyri hjallin.

Tað hevur sanniliga eisini ein stóran, sosialan týdning.

Alt heystið er slaktið tað stóra samtaluevnið ímillum fólk. Veðrar og lomb,verða eygleidd og mett verður um stødd og vekt. Og teir dagarnar, flett verður, eru sannir veitsludagar ella hátíðardagar.

Fólk ganga kjallara úr kjallara at forvitnast og práta, reypa og fortelja tíðindi, og kjakast verður aftur og fram um, hví ein veður ella eitt lamb hilnaðist betur hjá einum, enn hjá einum øðrum onkur annar, ella um, hví onkur annar veðrur ikki mundi blíva so góður.

Jú, um nakað, so er tað hetta, sum bindur bygdina saman hesar heystardagarnar.