Lærarar leggja arbeiðið niður

Eingin meining er í at áleggja lærarunum størri arbeiðsuppgávur, um ikki teir fáa eyka tíð fyri hetta. Tekur landsstýrið ikki ávaring frá Føroya Lærarafel.ag í álvara og til eftirtektar, so verður arbeiðssteðgur frá 1. november

Hósdagin boðaði Føroya Lærarafelag frá, at allir sáttmálasettir limir í felagnum fara í arbeiðssteðg frá 1. november. Felagið sigur í skrivi, at tað eru lønarviðurskiftini, sum eru orsøkin til hesa avgerð. Tað eru harafturímóti krøvini , ið eru ein fylgja av tí nýggju fólkaskúlalógini, sum hava fingið bikarið at flóta yvir. Myndugleikarnir vilja nevniliga als ikki tosa um hesi viðurskiftini.

Føroya Lærarafelag sigur í eini viðmerking, at tá fólkaskúlalógin varð samtykt í fjør fylgdi eingin játtan við, hóast nýggja lógin hevði við sær meirútreiðslur fyri eyka arbeiðsuppgávurnar hjá lærarum. -Myndugleikarnir vilja nú stongja á lærararnar at víðka um arbeiðsuppgávurnar, utan at teir fáa eyka tíð til hetta. Lærarafelagið sigur, at løgtingslimirnir, sum samtyktu lógina, lurtaðu ikki eftir ávaringunum um, at lógin fór at kosta meira enn fyrrv. landsstýrismaðurin í skúlamálum segði.

Lærarafelagið vísir á, at nú bindur borðið, og at støðan í dag hevði verið ein onnur, um løgtings- og landsstýrislimir høvdu lurtað eftir Lærarafelagnum oø.

-Fíggjarmálaráðharrin og Undirvísingarmálaráðharrin áttu nú, saman við Føroya løgtingi at avgreitt málið og fingið tingini at passa saman. Føroya Lærarafelag vil í øllum førum hava henda spurning avgreiddan, áðr-enn skrivað verður undir nakran lønarsáttmála sigur nevndin í felagnum og vísir á, at ábyrgdina av íkomnu støðuni hava Føroya Løgting og Undirvísingarmálastýrið. -Føroya Lærarafelag kann bara geva teimum tey ráð at fáa hetta uppá pláss, nú fíggjarlógin er til viðgerðar. Við at økja játtanina til fólkaskúlan, kann løgtingið loysa málið sigur Føroya Lærarafelag.