Spæla ikki hazard

Anfinn Kallsberg, løgmaður vissar um, at samgongan ikki ætlar sær at spæla hazard við vælferðini hjá Føroya fólki fyri at fáa fullveldi

Løgmaður ger heilt greitt, at hann als ikki ætlat sær at spæla hazard við vælferðini hjá Føroya fólki, fyri at náa fullveldinum. Hann vissar um, at føroyingar skulu kenna seg púra tryggar í hesum.

Annfinn Kallsberg ætlar sær ikki, at fullveldisætlan skal merkja niðurskurð í føroyska samfelagnum. Talan er um at fáa evstavald í øllum málum, ið viðvíkja Føroyum, og so kann ætlanin kallast fullveldisætlan ella tað, sum hvør einstakur føroyingur ynskir at kalla hana, vísir løgmaður á.

Løgmaður heldur, at Birgir Danielsen vísir á nakrar viðkomandi vansar í lesarabrævi sínum og í útvarpinum herfyri. Men tó heldur hann ikki, at tað stendur so illa til, sum hann vil vera við. Birgir Danielsen vísir millum annað á, at vit hava ein niðurslitnan fiskiflota, ið ikki hevur ráð at endurnýggja seg. Men Annfinn Kallsberg vísir á, at hetta heldur ikki ber til, um vit varveita blokkin.


Konstruktiv ósemja

Flest øll vita, at Birgir Danielsen er limur í Fólkaflokkinum. Sama er galdandi fyri Bjarna Djurholm, sum í seinastuni hevur víst á fleiri vansar við fullveldisætlanini. Men løgmaður vissar um, at tað hvørki er ósemja í samgonguni ella innanhýsis ósemja í Fólkaflokkinum.

? Vit eru øll samd um málið, ið er, at Føroyar skulu fáa evstavald, men tað er rætt, at fleiri meiningar eru um, hvussu vit skulu náa hesum máli, og tað er hetta, vit í løtuni eru í ferð við at semjast um.

Løgmaður heldur eisini, at tað einans er hetta, ið skilir Javnaðarflokkin frá samgonguni. Hann er samdur við samgonguni um málið, men ikki um, hvussu tað skal røkkast.

Løgmaður vil ikki siga, um rákið í løtuni rekur móti einari breiðari semju, men hann heldur møguleikarnar vera góðir, tí partarnir eru samdir um so nógv týdningarmikil evni.

Spurdur, um løgmaður er samdur í, at tað í løtuni verður koyrt ov skjótt við fullveldismálinum, svarar hann, at tað er væl møguligt, men neyðugt er at arbeiða skjótt, um málið skal røkkast innan verandi valskeið. Tó heldur hann tað vera umráðandi at geva sær stundir at viðgera tigini seriøst.


Diplomat

Eftir samgongufundin mánadagin tykist tað sum, at menn eru vorðnir meira spakførir, tá tosað verður um fullveldismálið. Er hetta tí, at tú hevur sett samgongulimirnar upp á pláss?

Nei, samgongufundurin gekk friðarliga fyri seg, sigur løgmaður, ið tó er samdur í, at hann hevur ein leiklut sum diplomatur í samgonguni. Tað er hann, ið alla tíðina skal toga tær ymisku meiningarnar í samgonguni inn móti einari miðju.

Løgmaður sigur at enda, at tað hevði dámt honum betur, um samgongulimir komu til sín, tá teir vóru ónøgdir við arbeiðið í samgonguni í staðin fyri at fara í fjølmiðlarnar at øsa hvønn annan, og sipar hann í hesum sambandi til orðadráttin í Sosialinum millum Bjarna Djurholm og Karsten Hansen.