Í ársfrágreiðingini hjá SEV verður eisini greitt frá elframleiðsluni, og henda framleiðsla var fyri alt landið í 1997 182,8 mió. kWh. Hetta er 0,8 mió. kWh meiri enn framleiðslan í 1996, ella ein vøkstur [...] vøkstur uppá 0,5 prosent. Í meginøkinum vórðu framleiddir 163,1 mió. kWh ímóti 162,3 mió. kWh í 1996, og er hetta ein vøkstur uppá 0,5%. Mesta lastin á elkervið í meginøkinum í hesum árinum varð 31,6 MW, og [...] og kom hon fyri í desember mánað. Mesta lastin er sostatt økt 0,6% síðan 1996, verður sagt. ? Í Suðuroy var framleiðslan 19,1 mió. kWh. Sammett við 1996 er hetta ein vøkstur uppá 0,4% Í Suðuroy var mesta
royndist árið 97 væl hjá SEV búskaparliga. Íløgurnar hjá SEV vóru í 97 tilsamans 45,9 mió. kr. herav 30 mió. kr. til vatnorkuútbyggingina í Eysturoy. Og sagt verður, at hóst íløgurnar í vatnorkuna vera tilsamans [...] fiskiskapi, stendur í ársfrágreiðingini hjá SEV, tá um er at røða búskapin. Íløgurnar 111 mió. kr. Og víðari verður sagt, at hóast SEV sostatt ikki hevur merkt búskaparframgongdina í samfelagnum stórvegis [...] kr. kWh niður í 65,7 oyru kWh, tvs. næstan niður í helvt eftir 7 árum. Vanliga húsarhaldið, sum í 1993 rindaði 173,8 oyru fyri kWh íroknað MVG, rindar nú 158,8 oyru fyri kWh, verður sagt í ársfrágreiðingini
broytingar í viðtøkunum. Broytingarnar í viðtøkunum eru ætlaðar soleiðis, at viðtøkurnar komu at minna meiri um partafelagsviðtøkur, m.a. at rakstrar- og fíggjarætlan skulu viðgerast av stýrinum í SEV ístaðin [...] Tá SEV-stýrið í 94 fór undir at arbeiða við broytingunum í viðtøkunum og legði tær fyri umboðsnevndarfundin á vári 96 var undirtøka ikki fyri at samtykkja tær, men nú hevur umboðsnevndin so samtykt broytingar [...] . Nú eru so broytingar gjørdar, men tó ikki so víttfevnandi sum upprunaliga ætlað, vísir stjórin í SEV, Klæmint Weihe, á. Ikki so víttfevndar Broytingarnar eru m.a. at viðgerðin av roknskapi og fíggjarætlan
aktivan lut í felags/fakfelags lívið teirra, til menning av demokratinum í samfelag okkara. Tann 19. mai var aðalfundir felagsins. Fyri vali stóðu Jákup Danielsen hesin tók ikki við afturvali, í hansara stað [...] Dalsgarð. Kári Højgaard stóð eisini fyri vali hann tók við afturvali. Nevnd: Vígdis Johannesen formaður, Kári Højgaard næstformaður, Ingeborg Vinther skrivari, Høgni Højgaard kassameistari og Gunnleivur
Í sambandi við, at sosiala nevnd í Tórshavnar býráð varð umskipað í farnu viku og Heðin Mortensen úr andstøðuni gjørdist formaður, segði hann í Sosialinum seinasta fríggjadag, at fyrsta stigið hann fór [...] fór at taka í eini roynd at loysa trupulleikarnar á barnaansingarøkinum í kommununi, er at seta seg í samband við Felagið fyri foreldur at smábørnum í Havn og spyrja tey til ráðs. Felagið tók Heðin uppá [...] út av at arbeiða saman, sær tað eftir okkara tykki gott út, sigur Elin Olsen, formaður í Felagnum fyri foreldur at smábørnum í Havn.
Á býráðsfundinum í kvøld eru ansingartilboðini í Havn aftur á skránni. Málið viðvíkjandi kontantgjaldi til foreldur, ið vilja ansa egnum børnum í aldrinum 6 til 12 mánaðir heima, varð tikið av dagskránni [...] er 12 mánaðir gamalt. Spurningurin er tá, hvat er vunnið, sigur Elin Olsen, formaður í Felagnum hjá foreldrum at smábørnum í Havn. [...] um at gera alt arbeiðið um aftur, tí ov stór ógreiða var á tí, bólkurin legði fyri samgonguna í býráðnum. Í bólkinum sita Katrin Dahl, Hallstein Sigurðsson og Klæmint Olsen. Samgongan er nevniliga ikki
skal ikki hevnast aftur við niðurskurði. Chris Jan Michelsen, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna er alt annað enn samdur við fiskifrøðingum í, at rættindini hjá teimum smáu bátunum at rógva út, eiga at [...] útróðrarrættindini skulu skerjast. Nei til einvísan niðurskurð Men tað heldur Chris Jan Michelsen, formaður í Meginfelag Útrórarmanna, ikki. Hann sigur, at útróðrarmenn fara ikki at góðtaka ein einvísan niðurskurð [...] fiskifrøðingi at meta um ein fiskastovn langt fram í tíðina, er helst líka trupult sum tað er hjá einum veðurfrøðingi at meta um veðrið langt fram í tíðina. Einasta grund til, at vit enn liva, er, at
Týsdagin var skipað fyri hugnaløtu í Norðurlandahúsinum í Havn í samband við at Brigir Kruse fekk handað »Nordbok?s journalistpris 1998«. Fitt av fólki var komið saman fyri at heiðra Birgiri og fyri at [...] var gentukórið hjá Paula í Sandagerði við í tiltakinum. Og hugnaligt var tað. Hanus Andreasen beyð gestunum og virðislønarmóttakaranum vælkomnum og síðan tók kórið hjá Paula í Sandagerði yvir. Brigir Kruse [...] arbeiði fyri norðurlendskari mentan við sending sínari »Á vetrarbreytini«. Í handanarrøðuni segði Thomas Rönström, formaður í Nordbok, at Birgir Kruse hevur gjørt eitt merkisvert arbeiði fyri norðurlendskum
hvønn fyrsta í mánaðinum, fyrstu ferð mánaðin eftir, at grunnurin hevur móttikið umsókn, tó í fyrsta lagi fyrsta í mánaðinum eftir, at barnið er 6 mánaðir gamalt. Seinasta útgjald er fyrst í mánaðinum, sum [...] barnastyrkin. Hinir býráðslimirnir tóku undir við tí, tí teir eru í samgongu, sigur Elin Olsen, formaður í Felagnum hjá foreldrum at smábørnum í Havn. ? Hvør so skal ansa hesum góða barni, hvørs foreldur ikki [...] verður stuðulin fyribils bert til børn í aldrinum 6 til 12 mánaðar, verður sagt í reglugerðini. Neyðugu inntøkur grunnsins er stuðul frá kommununi. Býráðið hevur í fíggjarárinum 1998 játtað 1,250.000 krónur
til fundar í dag at viðgera komadi samráðingar við donsku stjórnina. Hesar samráðingar eru ásettar at verða í Keypmannahavn týsdagin 9. juni. Edmund Joensen, fyrrv. løgmaður og nú limur í Uttanlandsnevndini [...] landsstýrið ætlar ikki at taka uttanlandsnevndina upp á ráð. Tað ætlar bert í seinastu løtu at siga okkurt og so fara avstað. Formaður sambandsfloksins vísir á, at teir vórðu boðsendir á fund um hetta málið [...] ina við uppá ráð? -Í hasum málinum var tað so, at løgtingið var við til at formulera næstan hvørt bræv, sum fór til stjórnina. Dentur varð lagdur á, at tað skuldi vera breið semja í hesum málinum. Edmund