Beri ótta fyri at landsstýrið ikki vil lurta

Edmund Joensen, fyrrv. løgmaður og nú limur í Uttanlandsnevndini hevur ikki stóra tiltrúgv til, at nýggja landsstýrið fer at taka Uttanlandsnevndina og andstøðuna á tingi við uppá ráð, tá tað snýr seg um komandi samráðingar við donsku stjórnina

Løgmaður hevur boðað Uttanlandsnevndini til fundar í dag at viðgera komadi samráðingar við donsku stjórnina. Hesar samráðingar eru ásettar at verða í Keypmannahavn týsdagin 9. juni.

Edmund Joensen, fyrrv. løgmaður og nú limur í Uttanlandsnevndini hevur ikki stóra tiltrúgv til, at nýggja landsstýrið fer at taka Uttanlandsnevndina og andstøðuna á tingi við uppá ráð, tá tað snýr seg um komandi samráðingar við donsku stjórnina. -Eg eri bangin fyri, at landsstýrið ætlar ikki at taka uttanlandsnevndina upp á ráð. Tað ætlar bert í seinastu løtu at siga okkurt og so fara avstað.

Formaður sambandsfloksins vísir á, at teir vórðu boðsendir á fund um hetta málið seinasta fríggjadag, men hesin fundurin varð so útsettur til mikudagin. -Tað fyrikemur mær, at ætlanin hjá landsstýrinum er at kunna Uttanlandsnevndina so stutt undan samráðingunum, at nevndin í veruleikanum als ikki fær viðgjørt hesi stórmálini. Tvs. at hon skal bara lurta og fáa at vita, hvat landsstýrið ætlar og so einki meira.

Fyrrv. løgmaður spyr um tað ikki er uppgávan hjá landsstýrinum at taka Uttanlandsnevndina við uppá ráð heldur enn bara at informera hana!

Hann vísir annars á, at eitt samt løgting fyri valið legði alstóran dent á, at tað var við í viðgerðini av slíkum stórmálum sum samráðingum við danir um bæði bankaendurgjald og skuld. Einki mátti gerast, uttan at alt løgtingið stóð aftan fyri hesar avgerðir. Nú er tað beint øvugt, sum hendir.

-Men hvussu nógv tók Edmund Joensen, tá hann var løgmaður, Uttanlandsnevndina við uppá ráð?

-Í hasum málinum var tað so, at løgtingið var við til at formulera næstan hvørt bræv, sum fór til stjórnina. Dentur varð lagdur á, at tað skuldi vera breið semja í hesum málinum.

Edmund Joensen vísir á, at umframt at Uttanlandsnevndin varð við í málsviðgerðini, so var eisini ein serstøk arbeiðsnevnd sett til at arbeiða við málinum. Talan var í allar mátar um eitt sera tætt samarbeiði millum landsstýrið og

løgtingið. -Tað vísir seg, at hetta er heilt hildið uppat, og tað vit nú síggja er beint tann øvugta gongdin.