Umlegging av koyrivegi við Vága Floghavn

Í sambandi við útbygging av parkeringsøkinum í Vága Floghavn, verður koyrivegurin á norðursíðuni av verandi parkeringsøki lagd um í tíðarskeiðnum frá 24. august til 15. oktober, sí yvirlitsmynd.

 

Økið verður frámerkt við skeltum og avbyrgt við beton-klossum.

 

Heitt verður á bilførarar um at vísa serligt varsemi í hesum sambandi, skrivar Sørvágs kommuna á sorvag.fo.