Í september sleppa børn og vaksin at hitta næmingar og lærarar frá skúlanum og royna gamalt handverk, endurnýtslu og matgerð við minni matoyðsli.
Í heyst verða fýra almenn tiltøk í Danmark, Finnlandi, Føroyum og Álandi, har til ber at hitta nøkur av teimum, sum eru í uppskoti til Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins 2026.
Felags fyri tey tilnevndu er, at tey geva børnum og ungum vitan, førleikar og møguleika at taka lut í arbeiðinum fyri náttúru, veðurlag og eina burðardyggari framtíð.
Føroyska tiltakið verður í Norðurlandahúsinum týsdagin 22. september klokkan 17–19. Tá fara næmingar og lærarar frá Rótini í Klaksvík at vísa, hvussu gamlar handverkssiðvenjur, góð rávøra, skapanargleði og endurnýtsla kunnu gerast partur av grøna skiftinum.
##med2##
Trý verkstøð fyri børn og familjur
Tiltakið í Norðurlandahúsinum verður skipað sum trý praktisk verkstøð.
Á fyrsta verkstaðnum kunnu luttakararnir gera lyklaringar og smá prýði úr ull. Endamálið er at vísa, hvussu náttúrutilfar og avlopstilfar kunnu fáa nýtt lív í staðin fyri at verða beind burtur.
Á øðrum verkstaðnum sleppa børn og vaksin at royna bregdabond, sum er ein av elstu føroysku handarbeiðsháttunum. Her verða gomul handverk og burðardygg nýtsla av tilfari knýtt saman.
Triðja verkstaðið snýr seg um mat, smakk og matoyðsl. Luttakararnir fáa hugskot til, hvussu matur kann verða gagnnýttur betur, og høvi verður eisini at smakka tað, sum verður gjørt.
Tiltakið er ætlað børnum og familjum, og dentur verður lagdur á, at umhvørvisarbeiði kann vera bæði ítøkiligt, kreativt og stuttligt.
##med3##
Burðardygd sum partur av gerandisdegnum
Rótin er húsarhaldsskúli í Klaksvík, sum arbeiðir við at gera burðardygd, felagsskap og virðing fyri náttúruni til ein natúrligan part av gerandisdegnum hjá næmingunum.
Næmingarnir læra ikki bert um veðurlag og umhvørvi í ástøði. Undirvísingin tekur eisini støði í árstíðunum, náttúrutilfeinginum og teimum valum, sum vit gera hvønn dag. Dentur verður lagdur á at minka um burturkast og at læra tey ungu at umvæla, endurnýta og skapa nýtt úr tilfari, sum longu er til.
Skúlin skipar eisini fyri skeiðum í millum annað sniðgeving, binding, matgerð og kreativum handverki. Felags fyri virksemið er nýtslan av staðbundnum tilfeingi og virðingin fyri siðbundnum føroyskum og norðurlendskum handverki.
Í grundgevingini fyri tilnevningini verður Rótin lýst sum ein fyrimynd fyri norðurlendskar undirvísingar- og mentanarstovnar. Navnið Rótin sipar til tað, sum gevur føði, kjølfesti og vøkstur. Vónin er, at virðini og vitanin, sum næmingarnir fáa, festa røtur og verða borin víðari út í familjur og lokalsamfelagið. Les grundgevingina hjá Norðurlandaráðnum.
##med4##
Fýra tiltøk kring Norðurlond
Fyrsta tiltakið verður á Klimafólkafundinum í Middelfart í Danmark 29. august klokkan 14.30. Har verður danska Astra Masseeksperimentið lagt fram. Á hvørjum ári fáa fleiri túsund skúlanæmingar møguleika at taka lut í gransking og náttúruvísindum og sjálvir kanna umhvørvis- og veðurlagsspurningar.
Í Norðurlendska bókasavninum í Helsinki verður 8. september klokkan 17 skipað fyri tiltaki um finsku verkætlanina 70 äventyr före sjuan. Verkætlanin eggjar børnum til at fáa 70 ymiskar upplivingar í náttúruni, áðrenn tey fara í sjeynda flokk. Endamálið er at styrkja sambandið millum børn og náttúru við felags útferðum og ævintýrum.
Eftir føroyska tiltakið 22. september verður seinasta tiltakið á Lilla Holmen í Mariehamn á Álandi 24. september klokkan 18–20. Ålands Naturskola flytur undirvísingina út í náttúruna, har børn og ung læra við at kanna og royna sjálv. Á verkstaðnum sleppa luttakararnir at brúka glúp og kanna lívið undir vatnskorpuni.
##med5##
Átta uppskot til virðislønina
Tilsamans átta átøk úr Norðurlondum eru í uppskoti til Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins 2026:
- Astra Masseeksperiment úr Danmark
- 70 äventyr före sjuan úr Finnlandi
- Rótin úr Føroyum
- Anna-Karen Kuka Thomassen Hoffmann úr Grønlandi
- Landvernd úr Íslandi
- Miljøagentene úr Noregi
- Future Minds úr Svøríki
- Ålands Naturskola úr Álandi
Ársins evni er undirvísing av børnum og ungum í náttúru-, umhvørvis- og veðurlagsspurningum. Norðurlandaráðið leggur dent á, at tey ungu skulu fáa vitan og kritiska hugsan, so tey betur kunnu skilja samanhangin millum veðurlagskreppuna, missin av lívfrøðiligum margfeldi og okkara nýtslu og lívsstíl.
Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins varð latin fyrstu ferð í 1995. Hon heiðrar einstaklingar, fyritøkur og felagsskapir, sum hava gjørt eitt serligt arbeiði fyri umhvørvið.
Vinnarin verður kunngjørdur 20. oktober. Virðislønin er 300.000 danskar krónur, og standmyndin Norðlýsið verður handað á ársfundi Norðurlandaráðsins í Helsinki 28. oktober. Sí øll átta uppskotini.
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##























