Í kvøld spældu Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG fyrsta dystin í bestu donsku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið.
Talan var um dyst í Svendborg Arena móti Skjern.
GOG vann dystin 35-29. Í steðginum vóru Óli og liðfelagarnir á odda 16-13.
Óli skoraði fýra mál upp á seks málroyndir, og hann legði upp til seks mál.
Í morgin klokkan 17 spæla Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg-Aarhus dyst á heimavølli móti Ringsted.
Klokkan 18 hevur liðið hjá Magnusi Arasyni, Mors-Thy dyst á útivølli móti Ribe-Esbjerg.











