Barnastyrkurin veruleiki:Av bíðilista í svarta dagrøkt

? Ein íløga í uppaling og lærdóm, harvið børnini og framtíðina, er tann besta íløgan, vit kunnu gera. Tí skal fólkaskúlin hava størri játtan at ráð yvi? Tórshavnar býráð fer at lata foreldrum at børnum, sum ikki standa á bíðilista at sleppa á stovn styrk, foreldrið nýtist ikki at vera heima hjá barninum og tí fer tað í svarta dagrøkt.

Á drúgvum eykabýráðsfundi hóskvøldið samtykti Tórshavnar býráð at taka av tilboðnum frá Sjónleikarhúsinum at leiga høli til barnagarð. Byggikostnaðurin er mettur til 2,6 mill. krónur, og hann verður fíggjaður við lántøku, sum Havnar Sjónleikarfelag tekur. Havnar Sjónleikarfelag, sum annars hevði slept málinum í farnu viku, fær nú boð um, at býráðið er áhugað í at leiga. Býráðið skal rinda húsaleigu, sum svarar til rentur og avdráttir av láni, ið verður tikið til byggingina av barnagarðinum. Samtyktin var ikki einmælt.


Samstundis varð einmælt samtykt at byggja barnagarðin Undir Fjalli út, so pláss verða fyri 20 børnum afturat. Barnagarðurin Lítliskógurin fer at taka 6 børn afturat og útibarnagarðurin 5 afturat.


Barnastyrkurin verður veruleiki, samgongan í býráðnum atkvøddi fyri og andstøðan ímóti. Hóast býráðslimir hava funnist at mannagongdini í málinum, hevur endaliga samtyktin við sær, at foreldrini ikki nýtast at vera heima hjá barninum, sum fær styrk. Upprunaliga vóru grundgevingarnar fyri at seta ein tílíkan grunn á stovn, at tað var týdningarmikið hjá foreldrunum at vera heima hjá barninum sum longst.


Hvør skal so ansa barninum?

Í reglugerðini, sum trímannanevndin hjá Tórshavnar býráð hevur gjørt til grunnin, verður sagt, at grunnurin verður skipaður við tí endamáli at veita fíggjarligan stuðul til børn, sum ikki eru í kommunalu ansingarskipanini, tí kommunan er ikki før fyri at útvega ansingarpláss til øll børn, sum standa á bíðilista.


Av tí at fíggjarorkan er avmarkað og talan er um eina roynd, verður stuðulin fyribils bert til børn í aldrinum 6 til 12 mánaðar, verður sagt í reglugerðini.


Neyðugu inntøkur grunnsins er stuðul frá kommununi. Býráðið hevur í fíggjarárinum 1998 játtað 1,250.000 krónur. Grunnurin verður umsitin av sosialu deild býráðsins. Stuðulin verður veittur eftir umsókn við 2000 krónum um mánaðin og útgoldin frammanundan hvønn fyrsta í mánaðinum, fyrstu ferð mánaðin eftir, at grunnurin hevur móttikið umsókn, tó í fyrsta lagi fyrsta í mánaðinum eftir, at barnið er 6 mánaðir gamalt. Seinasta útgjald er fyrst í mánaðinum, sum barnið fyllir eitt ár ella hevur fingið kommunalt ansingarpláss. Verður barnið ansað uttan fyri heimið skal sosiala deild hava fráboðan um, hvørjum barnið er hjá um dagin.


? Tað var týðiligt, at tað var serliga Fólkaflokkurin, sum vildi hava barnastyrkin. Hinir býráðslimirnir tóku undir við tí, tí teir eru í samgongu, sigur Elin Olsen, formaður í Felagnum hjá foreldrum at smábørnum í Havn.


? Hvør so skal ansa hesum góða barni, hvørs foreldur ikki nýtast at vera heima hjá, er ein góður spurningur. Tað kann ikki vera annað enn svørt dagrøkt, sigur Elin Olsen.


Bíðilistin

Barnastyrkurin skal veitast teim smæstu og tað eru serliga tey, ið eru fødd í 1997, ið rúgva á bíðilistanum hjá býráðnum. Ikki færri enn 204 børn, fødd í fjør, bíða eftir plássi, 63 børn fødd í 1996, 48 børn frá 1995, 39 børn frá 1994, 37 børn frá 1993 og 26 børn frá 1992.


Av øðrum ítøkiligum ætlanum til at fáa til vega fleiri ansingarpláss er umleggingin av dagstovninum á Argjum. Stovnurin er normeraður til 60 børn, ein vøggustova til 12 børn og 4 stovur til 48 barnagarðsbørn. Tørvurin á hálvdagsplássum og serliga seinnapartsplássum er ikki stórur. Tí er ætlanin at leggja stovnin um til 70 fulltíðarpláss.


Ætlanin er framvegis at barnagarðurin Inni á Gøtu, sum fer at taka 42 børn, verður liðugur 1. jan. komandi ár.