Øll vísa góðan vilja

? Nú bæði meirlutin og minnilutin í sosialu nevnd vísa góðan vilja at loysa trupulleikarnar á barnaansingarøkinum í kommununi, vóna vit, at varandi loysnir verða funnar, sigur Elin Olsen, formaður í foreldrafelagnum.

Í sambandi við, at sosiala nevnd í Tórshavnar býráð varð umskipað í farnu viku og Heðin Mortensen úr andstøðuni gjørdist formaður, segði hann í Sosialinum seinasta fríggjadag, at fyrsta stigið hann fór at taka í eini roynd at loysa trupulleikarnar á barnaansingarøkinum í kommununi, er at seta seg í samband við Felagið fyri foreldur at smábørnum í Havn og spyrja tey til ráðs. Felagið tók Heðin uppá orðið og í fyrrakvøldið var fundur.

? Fundurin var ógvuliga positivur. Vit høvdu væntað, at nú andstøðan hevur meirlutan í sosialu nevnd og samgongan hevur minnilutan, fór at verða eitt ping-pong spæl millum partarnar og at tað tískil einki fer at spyrjast burturúr. Men niðurstøðan hjá okkum eftir úttalilsir frá báðum pørtum og eftir fundin við formannin í sosialu nevnd er, at øll eru sinnað at loysa trupulleikarnar á økinum. Tí vænta vit, at vit fara at síggja nakrar varandi loysnir uppá akuttu trupulleikarnar á barnaansingarøkinum. Finna partarnir út av at arbeiða saman, sær tað eftir okkara tykki gott út, sigur Elin Olsen, formaður í Felagnum fyri foreldur at smábørnum í Havn.