? Hetta bendir á, at tað er ikki tann orkukrevjandi parturin av vinnulívinum á landi, m.a. fiskavirkini, sum hevur borið búskapargongdini.
? Heldur hevur vøksturin verið borin uppi av øktum virksemi innan bygging, privatum og almennum tænastuvirksemi og av góðum fiskiskapi, stendur í ársfrágreiðingini hjá SEV, tá um er at røða búskapin.
Íløgurnar 111 mió. kr.
Og víðari verður sagt, at hóast SEV sostatt ikki hevur merkt búskaparframgongdina í samfelagnum stórvegis hvat sølu viðvíkur, so royndist árið 97 væl hjá SEV búskaparliga.
Íløgurnar hjá SEV vóru í 97 tilsamans 45,9 mió. kr. herav 30 mió. kr. til vatnorkuútbyggingina í Eysturoy.
Og sagt verður, at hóst íløgurnar í vatnorkuna vera tilsamans 111 mió. kr. árini 97-99, fer lánibyrðam hjá SEV framhaldandi at minka, samstundis sum útlitini eru fyri lækkandi elprísum, eisini sjálvt um eingin vøkstur verður í søluni av elmegi.
Elprísirnir lækkaðir
Síðan 1991 er elprísurin til ídnaðin lækkaður úr 1,25 kr. kWh niður í 65,7 oyru kWh, tvs. næstan niður í helvt eftir 7 árum.
Vanliga húsarhaldið, sum í 1993 rindaði 173,8 oyru fyri kWh íroknað MVG, rindar nú 158,8 oyru fyri kWh, verður sagt í ársfrágreiðingini hjá SEV.
Lánibyrðan hjá SEV minkaði við 48,3 mió. kr., og aftaná rentur og avskrivingar varð rakstraravlopið 26,3 mió. kr.