Hugleiðingar í samband við kirkjuráðsvalið

Nú tað stundar til kirkjuráðsval í Før­oyum havi eg, sum prestur í fýra ym­iskum londum, gjørt mær nakrar tank­ar um, hvussu stór­an týdning eitt kirkj­u­ráðs­val hevur fyri kirk­j­u­sóknirnar í bý og bygd.

Eisini er tað hugtakandi at síggja hvussu eitt kirkjuráðsval verð­ur skipað í Før­oy­um í mun til í tí donsku kirkjuni í Syd­slesvig, her eg nú eri prest­ur.

 

Í Føroyum verða kirkj­u­r­áð­ini vald 4. hvørt ár. Øll tey, sum eru fylt 18 ár og eru lim­ir í hinu før­oysku fólk­a­kirkj­uni hava bæði val­rætt og val­bæri. Í mong­um kirkj­um, ser­liga úti á bygd hevur ein frið­ar­val. Og uttan mun til hvussu eitt val er skip­að, so er á­byrgd­in stór hjá hvørjum ein­støk­um kirkju­ráðs­limi. Tí er tað um­ráð­andi at ein ger brúk av sínum val­rætti.

 

Til sam­an­ber­ing­ar kann ein siga, at í kirkju­sókn­u­num í tí donsku kirkjuni í Syd­sles­vig, verða kirkjuráðini vald á einum árligum að­al­fundi, tí kirkjan er skipa sum eitt felag. Að­al­fund­ur­in verður al­oft­ast hild­in í samband við eina guðs­tæn­astu. Hetta tryggj­ar, at tey ið koma inn í kirkj­u­ráðið, eru fólk, ið hava sína dagligu gongd í kirkj­uni og sum hava valgt kirkjuna til við at ger­a­st limur. Her verða prest­ar útnevndir av bisk­upi eftir tilmæli frá kirkj­u­ráði og prósti.

 

Hóast kirkjurnar eru skipaðar á ym­isk­an hátt, so er á­byrgd­in hin sama. Allir kirkju­ráð­lim­i­r hava á­byrgd fyri, at kirkjan er ein kirkja fyri øll. Tí kirkj­an eigur at fevna um ym­isk­leik­an í sam­fel­ag­num og veita kirkju­fólk­i­num ta tæn­astu tei­m­um tørv­ar. Ábyrgdin fevnir eis­ini um, at umsita kirkj­u­kassan, og skipa kirkju­tæn­ast­una í sóknini. Ein skal eisini síggja til, at kirkju­bygn­ing­urin verður væl røkt­ur

 

Sum kirkjuráðslimur í Fólka­kirkjuni hevur ein eisini ábyrgd fyri, at inn­stilla, hvør skal setast í starv, tá nýggjur prest­ur skal setast. Á­byrgd­in fevn­­ir eisini um, at seta og leggja til rættis ar­beiðs­upp­gávur tá onnur starvs­fólk skulu setast, sum t.d. urg­u­leikarar.

 

Um nýggjur biskupur skal velj­ast í komandi setu, so hevur ein sum kirkj­u­ráðs­limur eisini at­kvøð­u­rætt.

 

Ikki kann sigast ann­að, enn at ­á­byrgd­in er stór og týdn­ingarmikil fyri at tryggja hini Før­oysku Fólkakirkjuni góð kor í fram­tíðini.

 

Við ynski um eitt gott kirkj­u­ráðsval hin 4. novembur.

 

 

 

Hans Eiler Hammer Prestur