Tá SEV-stýrið í 94 fór undir at arbeiða við broytingunum í viðtøkunum og legði tær fyri umboðsnevndarfundin á vári 96 var undirtøka ikki fyri at samtykkja tær, men nú hevur umboðsnevndin so samtykt broytingar í viðtøkunum.
Broytingarnar í viðtøkunum eru ætlaðar soleiðis, at viðtøkurnar komu at minna meiri um partafelagsviðtøkur, m.a. at rakstrar- og fíggjarætlan skulu viðgerast av stýrinum í SEV ístaðin fyri umboðsnevndini. Nú eru so broytingar gjørdar, men tó ikki so víttfevnandi sum upprunaliga ætlað, vísir stjórin í SEV, Klæmint Weihe, á.
Ikki so víttfevndar
Broytingarnar eru m.a. at viðgerðin av roknskapi og fíggjarætlan er flutt til at vera um várið, áðrenn 1. juni, at Stýrið fær heimild sambært viðtøkunum at umleggja verandi lán til betri lánstreytir, at Stýrið fær heimild at veita prokura (fulltrú) soleiðis, at verandi praksis fær heimild í viðtøkunum, og at stjórin fær núverandi heimild Stýrisins at seta og loysa úr starvi onnur starvsfólk enn deildarleiðararnar og skrivstovustjóra.
Á eykaumboðsnevndarfundinum var eisini upplýst at restin av broytingunum í viðtøkunum vóru bert smærri broytingar og betraðar ella meiri greiðar orðingar.