Tað, vit hava upplivað tey seinastu árini, er, at náttúran hevur hildið okkum til svarta rukku. Onki er, sum tað plagar at vera. Og tann góði útróðurin, vit hava havt, skal ikki hevnast aftur við niðurskurði.
Chris Jan Michelsen, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna er alt annað enn samdur við fiskifrøðingum í, at rættindini hjá teimum smáu bátunum at rógva út, eiga at verða skerd.
Fiskifrøðingar hjá ICES eru komnir til ta niðurstøðu, at tað verður fiskaður ov nógvur toskur undur Føroyum og at fiskiskapurin má minkast komandi árini.
Nú eru tað húkabátarnir, m.a. útróðrarbátarnir, sum fiska tann mesta toskin og hetta er tað sama sum at siga, at útróðrarrættindini skulu skerjast.
Nei til einvísan niðurskurð
Men tað heldur Chris Jan Michelsen, formaður í Meginfelag Útrórarmanna, ikki.
Hann sigur, at útróðrarmenn fara ikki at góðtaka ein einvísan niðurskurð.
Hinvegin heldur hann, at teir fáa lítið gjørt við tað, um heildarveiðan verður minkað og at útróðrarflotin noyðist at bera sín part tann vegin á sama hátt, sum aðrir skipabólkar.
Hann sigur, at gongdin í útróðrarflotanum hevur allar dagar verið so, at einstøk ár stendur fiskurin inni á grunninum og tá er nógv at fáa.
Men so onnur ár stendur toskurin djúpari og tá er eisini minni at fáa.
Og hann heldur, at tað fer ikki at bera til at útróðrarflotin skal revsast, bara tí at hann hevur havt eitt gott ár nú.
Tí líka vist er tað, at eins og vit hava havt eitt gott ár, koma nøkur vánalig ár aftur, púra náttúrliga av tí at toskurin fer longur út.
Tvs, at tann góði útróðurin nú, hevur onki við effektivitetin hjá bátunum at gera. Tað er av heilt náttúrligum orsøkum.
Chris Jan Michelsen ivast heldur ikki í, at Útróðrarflotin heldur seg væl og virðiliga innanfyri tann prosentkarmin, sum hann eigur av heildar fiskiskapinum.
Hann heldur eisini, at útróðrarflotin er ivaleysa skerdir við fiskidøgum, m.a. misti útróðrarflotin 52 dagar við tað at teir mistu sunnudagin.
Hann vísir eisini á, at vit skulu vara okkum við at fylgja tilmælum frá fiskifrøðingum ov nágreiniliga.
Hesi seinastu árini hava týðiliga víst, hvussu illa teir kunnu mistaka seg.
Men eg sigi teir ikki ringar fyri tað. Tí hjá einum fiskifrøðingi at meta um ein fiskastovn langt fram í tíðina, er helst líka trupult sum tað er hjá einum veðurfrøðingi at meta um veðrið langt fram í tíðina.
Einasta grund til, at vit enn liva, er, at náttúran er fullkomiliga óútroknilig. Høvdu vit dugað at rokna hana út, høvdu vit eisini havt oyðdripið hana uppá eina løtu.
Og tað, sum er hent hesi seinastu árini, er, at náttúran hevur hildið okkum til svarta rukku.
Tí ongir spádómar hava hildið stikk. Vit hava fingið fisk i yvirmát, sum ikki skuldi verið til, eftir forsøgnunum at døma og vit hava fingið hann á leiðum, har hann ikki eigur at vera. Og vit fáa ongan fisk, har vit áttu at fingið hann.
Alt hetta vísir okkum bara, at náttúran regulerar seg sjálv.
Í hvussu so er fyri útróðurin. Tí hann er bara góður, tá ið ³náttúran3 vil og toskurin sendur inni á landgrunninum- og hann hevur onki við vaksandi effektivitet at gera.










