Endamálið felagsins er, við skeiðum o.ø., at útbúgva og menna limirnar soleiðis at hesi fáa holla vitan um samfelag og mentan okkara. Soleiðis at tey fáa hug og dirvið til at taka aktivan lut í felags/fakfelags lívið teirra, til menning av demokratinum í samfelag okkara.
Tann 19. mai var aðalfundir felagsins. Fyri vali stóðu Jákup Danielsen hesin tók ikki við afturvali, í hansara stað varð valdur Gunnleivur Dalsgarð. Kári Højgaard stóð eisini fyri vali hann tók við afturvali.
Nevnd: Vígdis Johannesen formaður, Kári Højgaard næstformaður, Ingeborg Vinther skrivari, Høgni Højgaard kassameistari og Gunnleivur Dalsgaard.
Eykalimir: Meta Johansen og Maria Samuelsen.
Nýtt limafelag er Landsfelag Pensionistanna.