Demokratarnir í eini eftirlitsnevnd í amerikanska Umboðsmannatinginum almannakunngjørdu í dag myndir og videobrot frá eini privatari oyggj, sum avdømdi ríkmaðurin og dømdi kynsbrotsmaðurin Jeffrey Epstein átti.
Tilsamans eru tíggju myndir og fýra videobrot kungjørd - fleiri av teimum í einum uppslagi á sosiala miðlinum X.
Tilfarið vísir millum annað fleiri sovikamar og baðirúm og fastnettelefon við fornøvnum skrivað á snarringsknappar.
Sambært tíðindastovuni AFP stavar tað frá oynni Little Saint James.
Í 2018 komu fleiri søgur fram um kynslig brotsverk, sum Epstein og hansara netverk framdu.
Árið eftir varð hann handtikin fyri menniskjahandil.
Sambært nevndini eru nýggju myndirnar og videobrotini frá eini av oyggjunum hjá Epstein í amerikansku Jomfrúoyggjunum.
- Hesar nýggju myndirnar eru eitt órógvandi innlit í heimin hjá Jeffrey Epstein og oyggj hansara, sigur Robert Garcia, demokratur og leiðandi limur í eftirlitsnevndini í tjóðartinginum, í eini fráboðan.
Í fleiri mánaðir hevur fyrrverandi sambandið hjá Donald Trump, forseta, og Epstein verið eitt heitt evni í amerikanskum politikki og pressuni.
Trump og Epstein vóru vinir í 1990- og 2000-árunum, og hildu veitslur saman við øðrum limum í amerikansku og altjóða valdselituni.
Trump hevur sagt, at vinalagið við Epstein endaði í 2000-árunum, og at hann einki samband hevur við brotsverkini hjá Epstein.
Í dag segði Robert Garcia, at "nú er tíðin komin til, at Trump forseti leysgevur øll skjølini nú."
Bæði kømurini í kongressini, Umboðsmannatingið og Senatið, samtyktu í november eitt lógaruppskot um at leysgeva sokallaðu Epstein-skjølini.
Skjølini verða í USA nevnd "Epstein-skjølini."
##med2##
Tey vísa til tey umfatandi prógvini, sum rættarmálaráðið og FBI savnaðu inn fyri árum síðani undir kanning í Florida.
Í 2008 førdi hetta til, at Jeffrey Epstein játtaði at hava goldið eini ómyndug gentu fyri kynsligar tænastur og varð dømdur 13 mánaðir fongsulsrevsing.
Kanningin førdi eisini til, at hann seinni varð ákærdur í New York. Har doyði hann í fongsli í 2019, meðan hann bíðaði eftir umfatandi rættarmáli um menniskjahandil og kynsligan ágang móti ungdómi.
##med3##
Náttina til 20. november boðaði Trump frá, at hann hevði skrivað undir uppskotið um at geva skjølini út.
Síðani hevði amerikanska rættarmálaráðið 30 dagar at almannakunngera skjølini. Summi síggja tó kanska ikki dagsins ljós, skrivar Reuters.
##med4##
Lóggávan, sum varð samtykt, ger, at løgmálaráðið kann halda aftur persónligum upplýsingum um ofrini hjá Epstein og tilfari, sum kann seta eina áhaldandi kanning í vanda.
/Ritzau/













