Á býráðsfundinum í kvøld eru ansingartilboðini í Havn aftur á skránni. Málið viðvíkjandi kontantgjaldi til foreldur, ið vilja ansa egnum børnum í aldrinum 6 til 12 mánaðir heima, varð tikið av dagskránni seinast. Trímannabólkurin, sum varð settur at viðgera spurningin um barnastyrksgrunn og gera reglugerð til grunnin, varð biðin um at gera alt arbeiðið um aftur, tí ov stór ógreiða var á tí, bólkurin legði fyri samgonguna í býráðnum. Í bólkinum sita Katrin Dahl, Hallstein Sigurðsson og Klæmint Olsen.
Samgongan er nevniliga ikki samd um at víkja frá treytini um, at annað foreldrið skal vera heima hjá barninum fyri at fáa kontantgjaldið. Katrin Dahl, býráðslimur og limur í trímannanevndini, førdi fram í útvarpinum nakað her fyri, at samgongan ætlaði at sleppa kravinum um, at kontantgjaldið verður treytað av, at annað foreldrið skal vera heima hjá barninum. Hon legði upp til, at tað kortini kundi vera í arbeiði.
Felagið fyri foreldur at smábørnum í Havn hevur harðliga mælt frá, at kontantgjald verður veitt. Felagið hevur víst á, at ongir trupulleikar verða loystir av, at foreldur fáa pengar fyri at vera heima hjá barninum eitt hálvt ár, men at trupulleikin bert verður útsettur.
Í skrivi til trímannanevndina dagfest 12. mai sigur felagið, at fær barnið ikki ansingarpláss, tá ið tøku plássini verða býtt út eina ferð um árið, vísir tað seg ógvuliga torført yvirhøvur at fáa nakað pláss. Viðvíkjandi spurninginum, um foreldrið skal vera heima ella í arbeiði hetta hálva árið, sigur felagið, at minsta kravið til pengastyrkin má vera, at bert foreldur, sum fáa skrivliga váttan frá arbeiðsgevara um longt barnsburðarfarloyvi fáa stuðul.
? Tá ið samgongulimir siga, at teir ikki fara at samtykkja málið um kontantgjald um treytin verður tikin burtur, at foreldrið skal hava váttan um farloyvi, vita vit ikki, um tað verður samtykt. Øll argumentini, sum Katrin Dahl hevur brúkt í hesum máli og sum hon hevur ført fram á býráðsfundi, um hvussu týdningarmikið tað er, at mamman er heima og gevur barninum bróst, detta á gólvið, tá ið mamman kortini ikki nýtist at vera heima, sigur Elin Olsen, formaður.
? Tað er ógvuliga óheppið, at pengarnir sum eru tøkir á fíggjarætlanini í ár til ansingartilboð skulu brúkast til kontantgjald ístaðin fyri til varandi loysnir. Vit hava onga trygd fingið fyri, at barnið fær eitt ansingarpláss, tá ið tað er 12 mánaðir gamalt. Spurningurin er tá, hvat er vunnið, sigur Elin Olsen, formaður í Felagnum hjá foreldrum at smábørnum í Havn.