Elframleiðslan øktist 0,5%

Vatnframleidda orkan hjá SEV er nú 41,5 prosent av samlaðu ársframleiðsluni

Í ársfrágreiðingini hjá SEV verður eisini greitt frá elframleiðsluni, og henda framleiðsla var fyri alt landið í 1997 182,8 mió. kWh. Hetta er 0,8 mió. kWh meiri enn framleiðslan í 1996, ella ein vøkstur uppá 0,5 prosent.

Í meginøkinum vórðu framleiddir 163,1 mió. kWh ímóti 162,3 mió. kWh í 1996, og er hetta ein vøkstur uppá 0,5%. Mesta lastin á elkervið í meginøkinum í hesum árinum varð 31,6 MW, og kom hon fyri í desember mánað. Mesta lastin er sostatt økt 0,6% síðan 1996, verður sagt.

? Í Suðuroy var framleiðslan 19,1 mió. kWh. Sammett við 1996 er hetta ein vøkstur uppá 0,4% Í Suðuroy var mesta lastin 4,8 MW (januar). Lastin øktist sostatt 4,3%. Smáverkini framleiddu 0,6 mió. kWh, og vindmyllan í Neshaga framleiddi 0,6 mió. kWh.


Vatnorkuverkini

? Í 1997 var vatnframleidda orkan 75,8 mió. kWh, ella ein vøkstur uppá 7,9% í mun til árið fyri. Henda framleiðslan svarar til 41,5% av samlaðu ársframleiðsluni.

? Av hesum vórðu 71 mió. kWh framleiddir í meginøkinum, og er hetta ein vøkstur uppá 8,5%. Í Suðuroy vórðu framleiddir 4,8 mió. kWh, sum er ein vøkstur uppá 0,1%, verður sagt í ársfrágreiðingini.


Termisku verkini

? Termiskt framleidda orkan í 1997 var 106,4 mió. kWh, sum er ein minking uppá 4,2%. Av hesum vórðu 91,6 mió. kWh framleiddir í meginøkinum, ein minking uppá 0,5%, og av teimum framleiddi Sundsverkið 89,9 mió. kWh, ein minking uppá 6,5%. Restin varð framleidd á Strond.

? Termiska framleiðslan í Suðuroy var 14,3 mió. kWh, ein vøkstur uppá 0,5%, verður sagt í ársfrágreiðingini hjá SEV.